Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smyril Line keypir farmaskip og víðkar rutunetið

SKRIVAÐ: Smyril Line  |  04.12.2019 - 07:24 Tíðindaskriv Vinna

Smyril Line hevur keypt eitt RoRo-farmaskip frá finska reiðarínum, Bore Ltd. Skipið eitur Akranes og er smíðað á Sterkoder í Noregi í 1998. Gamla navnið er Bore Bank. Akranes er 138 metrar langt og 23 metrar breitt.

Skipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, sum telur 24 mans. Smyril Line fer at skráseta Akranes í FAS og manna tað við føroyingum. Tá ið Akranes legst afturat tann 20. desember 2019, eru fimm skip í flotanum hjá Smyril Line. Hini eru Norröna, Mykines, Eystnes og Hvítanes.

 

Virkisætlanin við Akranes

Akranes fer at sigla fast millum Tórshavn, Þorlákshöfn og Hirtshals. Við farleiðini fáa føroyskir innflytarar eina fráferð fríggjadag úr Hirtshals til Tórshavn, og føroyskar útflutningsfyritøkur fáa møguleikan at senda góðs úr Tórshavn hvønn týsdag, ið verður útlýggjað í Hirtshals hósmorgun.

Akranes verður eisini ein brúgv hjá íslendskum innflytarum og útflytarum. Teir fáa nú nýggjar og góðar transittíðir og eina lætta RoRo-loysn millum Reykjavíkarøkið og Skandinavia. Akranes fer at sigla til og frá Þorlákshöfn hvønn mánadag árið runt.

 

Bretland aftur í rutunetið

Tá ið Akranes kemur, verður Bretland eisini knýtt upp í rutunetið hjá Smyril Line. Hvítanes og Eystnes fara at sigla millum Tórshavn, Scrabster, Hirtshals og Sankta Pætursborg.

Farið verður úr Føroyum fríggjadag, komið verður til Scrabster leygardag og til Hirtshals mánadag. Úr Hirtshals gongur leiðin inn í Eystrasalt og víðari til Sankta Pætursborg.

Nýggja siglingin hjá Eystnesi og Hvítanesi hevur við sær, at føroyskar útflutningsfyritøkur kunnu flyta góðs við trailarum beinleiðis úr Føroyum til Scrabster hvønn fríggjadag.

 

Akranes styrkir kappingarførið

Víðkaða rutunetið knýtir Russland, Baltikum og Danmørk at Reykjavíkarøkinum. Um somu leið verða bæði Ísland og Føroyar knýtt tættari at Bretlandi og Miðevropa.

Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna sum einasti RoRo-flutningsveitari í Norðuratlantshavinum. Smyril Line kann nú veita kundum enn betri tænastu, størri kapasitet og fleiri møguleikar við smidligum og effektivum flutningi.

Við nýggju leiðunum, ynskir Smyril Line at styrkja kappingarførið hjá Cargo-kundunum, soleiðis at hesir kunnu bjóða sínum egnu kundum enn betri tænastu við fleiri møguleikum, góðum transittíðum og liðiligum heildarloysnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð