Lýsing
Lýsing
Lýsing

Deildarstjórin á Vørn: Tað er munur á Nærabergi og Norðborg

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.12.2019 - 09:43 Politikkur Tíðindi

Samanberingarnar av veiðutølunum hjá Nærabergi og Norðborg, gevur ikki VØRN orsøk ella illgruna um at tað verður svika við sølu tølunum hjá Nærabergi, sum sølustjórin á North Pelagic ró fram undir á almennum fundi, sum manningarfeløgini skipaðu fyri í seinastu viku.

Deildarleiðarin hjá Vørn, Jóhann Simonsen, sigur at tað út frá landingartølunum á heimasíðuni hjá Vørn ikki ber til at samanbera søluprísin og vøruna sum Norðborg og Næraberg framleiða.
 
- Tølini á heimasíðuni hjá Vørn eru røtt, men fyri tað ber ikki til at samanbera skip beinleiðis. Tað nú einaferð soleiðis at landingartølini vísa bara tað sum er komið í land. Tá Norðborg landar í Norðhavnini til Skipafelagið, er uppgávan hjá Skipafelagnum at geva okkum tøl sum vísa hvussu nógv liðugt framleitt vøra kemur úr skipinum.
- Teir skriva bara upp hvussu nógv tað viðar sum verður lagt uppá land og einki annað. Tí kann tað verða sera trupult at samanbera tøl.
- Tað er sera einkult hjá Nærabergi. Umborð á Nærabergi verður svartkjafturin koyrdur í eskjur og frystur.
- Norðborg hevur fleiri møguleikar og onkuntíð sker Norðborg høvdið av svartkjaftinum og onkuntíð verður hann skorðin til flak. Tí verður tað ikki heilt eins.
- Vit kundu sjálvandi havt viðmerkingar um hetta á heimasíðuni, og tað mugu vit taka á okkara kappa at tað ikki er gjørt, sigur Jóhann Simonsen deildarstjóri á VØRN.

Hann sigur at skullu tølini brúkast til samanberingar av einstøku skipunum, so mugu útgreiningar gerast, tí tølini eru skásetingar sum hava samband við at Vørn fyrst og fremst kannar hvussu nógv í hvørt skipið fiskar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…