Lýsing
Lýsing

Jólatrøini í Kalsoynni vórðu tendrað í gjárkvøldi

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  06.12.2019 - 15:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Farið varð við Sam av Klaksvík kl. 17.15 og gekk leiðin beinleiðis til Trøllanesar, har hald var kring jólatræið kl. 18.00.

Síðani gekk leiðin til Mikladals kl. 19.00 - á Húsum kl. 20.30 - og á Syðradali kl. 21.00; og í øllum støðum helt Sigrun Heldarskarð røðu, meðan Klaksvíkar Hornorkestur spældi jólatónar.

 

Blíðskapurin var óførur við súpan, drekkamunni, bollum, køkum, rísalamande, karamellum – ja, tað var ikki eiti á blíðskapi.


Bussur var við í ferðini og fóru við av aftur Syðradali kl. 22.35.

 

Niðanfyri verður røðan hjá Sigrun Heldarskarð endurgivin:

 

Nú eru aftur jól, syngja vit í einum jólasangi.....og ja, nú eru skjótt aftur jól.   Og tað er akkurát so sum ein minnist tey eldru siga fyrr, at sum man sjálvur eldist til, jú skjótari gongur tíðin.

 

Tað vísir seg sum, at tað altíð er vikuskiftið, stytsti dagur, longsti dagur, jól,  ja, ein fer at ivast, um tað loysir seg at taka jólapyntið niður ímillum jólini.  Hartil er bara eitt at siga: njóti løtuna, njóti dagarnar, njóti lívið, so vítt sum gjørligt. Vit eiga løtuna, framtíðin er ókend.

 

Jól, barnajól, bygdajól.

Jólini eiga eitt stórt pláss inni í mær. Tey jólini, ein ofta minnist og ber við sær, eru barnajólini og míni barnajól vóru eisini bygdajól.

Er tað nakar munur, kann ein spyrja?

 

Eg veit tað ikki, tí eg royndi ongantíð nakað annað fyrrenn eg var gift kona, liðug við mína útbúgving og ikki kundi vera heima í Mikladali, tí tað var mítt tørn at arbeiða á jólum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

So hóast tað, at nógv tey seinastu jólini ikki hava vera hildin í Mikladali, so eru tað minnini herfrá, sum ímynda jólini fyri meg.

 

Trygt, ekkaleyst, hugnaligt, friðsælt, sum um krubban við Jesus-barninum stóð mitt her í túninum, her andaði av jólafriði.

 

Stákan

Minnist stákanina jólaaftan, eitt sindur nógv at takast við. Ikki sum í dag, nú jólapyntið byrjar at koma upp at hanga seinast í oktobur og gjøgnum novembur mánaða. Hjá okkum var ikki klárt í góðari tíð. Jólagardinurnar, jólatræið, jólagávurnar, nógv av hesum varð ordna lítla jólaaftan, og gólvini vóru vaskaði jólaaftansmorgum, tí alt skuldi vera so reint og gott.

 

Jólaaftan fór við at leggja seinastu hond á verkið, pakka og bera gávur út í bygdini, alt meðan jólatræið á Bryggjubakka var at hoyra í útvarpinum, har kom jólamaðurin á vitjan og heilsaði uppá øll børnini hjá teimum sum arbeiddu í útvarpinum, tað var so livandi og í mínum hugaheimið var eg tilstaðar har.

 

Hetta var sum at flyta tankarnar í annan heim, soleiðis gjørdu tey í Havn.   Jólini hjá øðrum vóru myndir, sum eg gjørdi í mínum tonkum, annað var ikki at fyrihalda seg til, sjónvarpið kom ikki fyrrenn eg var um 12 ára gomul. Og harvið eisini Disney jólateknifilmarnir, sum styttu um dagin.

 

Út á dagin fyltist húsið við anganum av ræsta kjøtinum, sum var sett í ovnin, ja, hendan máltíðin kundi ikki samanberast við nakra aðra.

 

Í kirkju

Síðani varð farið í kirkju. Nakað ótolin, sum vera man og minnist meg rætt, so var ikki farið í kirkju fyrrenn kl. 20, tí bøndurnir máttu gera seg lidnar í fjósinum fyrst.

 

Heima bíðaðu allir pakkarnir undir trænum, men hendan løtan í kirkjuni, var eisini fyri meg sum smágenta, heilag. Abbi á kórsgáttini við síni rámandi rødd. Serliga minnist eg lesturin við søguni um unga hermannin, sum fekk pakka sendandi frá mammu síni til jólar og hvussu gott tað gjørdi honum at fáa eitt lívstekin heimanífrá.

 

Ein frásøgn, so langt frá mínum veruleika her á okkara varda staði.

Sangirnir vóru altíð teir somu, sum sungnir vórðu jólaaftan, og raðfylgjan var tann sama, men mest hugtikin var eg altíð, og eri eg enn av sanginum:

 

Nú ringja kirkjuklokkur so hátt,

við himmalskum gleðiljóði,

tað stundar móti jólanátt,

har Jesus var føddur hin góði.

 

Nú boðast friður víða um lond,

nú verður hin sjúki grøddur,

nú losna hørðu syndabond,

tí Jesus í nátt var føddur.

 

Hetta vóru so stór orð. Og síðani tey komandi ørindini, sum passaðu so væl inn í okkara umstøður, at ein kundi taka tey heilt til sín.

 

Tó myrkur fyllir dalar og skør,

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð,

við sínum jólagávum.

 

Ei brim við strond,

ei ísur í skor, kann Jesusi forða vegin,

hann stígur inn for fátæks mans borð,

har lítil er jólagleðin.

 

Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.

 

Hetta gav mær nógv at hugsa um. Tankin um, at øll ikki høvdu tað gott á jólum og ikki høvdu tað líka gott, sum vit. Eg gjørdi mær og havi enn myndina í høvdinum av hesi smáttuni, har tey sótu við borðið við ongum, av lítlu bleiku gentuni, eg sá fyri mær, har alt broyttist til gleði, tá Jesus kom á gátt, og tey eisini kundu halda jólaaftan.

 

Í Betlehem tann sólin upprann,

um heimin hon út mundi leita,

at Føroya smáttum veg hon fann,

tí tøkk vit tær Jesus veita.

 

Øll ung og gomul samlist nú brátt

og lýðið á gleðiljóðið,

tað var um halgu jólanátt,

at Jesus varð føddur hin góði.

 

Sameining

Nú var tað, sum allur heimurin var sameindur, at Jesus var føddur í Betlehem og her sótu vit í Mikladals kirkju og sungu um, at boðini eisini náddu til Føroyar, hóast so avbyrgd og vard her millum fjøllini, so vóru vit tó eitt við allan heimin beint nú, har jólini eisini hesa somu løtu vóru hildin fyri at minnast tað, sum hendi jólanátt. Hetta var næstan meiri, enn eitt barnasinni kundi rúma og næstan meiri enn eitt vaksnamannasinni í dag kann rúma, men bara taka ímóti við takksemi.

 

So var eisini gott, tá amen var sagt í kirkjuni og vendast kundi oman til okkara til tað, sum sjálvandi eisini fylti í barnatonkunum, og sum kanska eisini fyllir tann dag í dag - gávurnar, givnar í kærleika, tí innast inni, so eru ivaleyst flestu okkara, í øllum førum eg, bara eitt barn á jólum.

 

Góð hvør við annan

Jólini snúgva seg um at vera góð hvør við annan, um at geva gávur, men latið okkum minnast, at tað eru mangir mátar at geva gávur uppá, ikki bara tær dýru, keyptu gávurnar, men eisini ein heilsan, vøkur orð osv.  Og so at brúka tíð saman við okkara allarbestu, um vit eru so heldig at hava tey hjá okkum.

 

Við hesum vil eg ynskja tykkum ein góðan desembur mánað og eini gleðilig jól.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…