Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v: Jóhan Sólheyg, Bjørn Simonsen, Frimodt Rasmussen, Kristian Martin Joensen og Jákup B. Joensen avmyndaðir frammanfyri lastbilunum hjá Búrhellu. Tann hvíti kranabilurin er tann nýggi kranabilurin. | Mynd: Jóhann Lützen

Sp/f Búrhella økt um lastbilaflotan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2019 - 16:41 Tíðindi Vinna

Stórir kranabilar hava verið ein mangulvøra í norðurøkinum. Við hesum keypinum eru vit komin heilt væl á leið at nøkta tørvin, sigur Frimodt Rasmusen stjóri í flutningsfyritøkuni Sp/f Búrhellu.

Tað er fyritøkan Sp/f Kjartan Simonsen, ið hevur selt kranabilin til Búrhellu. Umframt at selja lastbilar hevur Sp/f Kjartan Simonsen eisini verkstað til lastbilar.

Herfyri yvirtók Bjørn Simonsen eftir pápa sín Kjartan Simonsen. Bjørn er fegin um søluna og sigur, at tey seks starvsfólkini hava nógv at gera. Hetta er næsti bilurin, ið er leveraður hesa vikuna.

Nýggi kranabilurin hjá spf Búrhellu er av slagnum MAN TGS 35.500. Hann hevur ein HMF 9520 OK6 FJ2000 K6 krana. Harafturat er bilurin útgjørdur við bátastúttum og lastin kann leingjast 1,2 metrar. Bilurin er sera væl uppbygdur til flutning av størri tyngri lutum.

Hetta er fimti bilurin, ið sp/f Búrhella keypir frá Sp/f Kjartan Simonsen, og er Frimodt Rasmussen sera væl nøgdur við tænasturnar frá teimum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC