Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heilt fitt av vindi sunnunátt og sunnumorgun. Seinnapartin minkar. | Mynd: Al Jazeera

Nógvur vindur í nátt og í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.12.2019 - 06:00 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstið, sum hevur givið okkum vátakava og/ella kava í gjár, er nú farið norður í Barentshav. Vit skulu ikki bíða leingi eftir tí næsta. Tað fara vit at merkja í kvøld, í nátt og í morgin.

Vanligt er, at ein hátrýstryggur við góðum veðri stingur seg upp ímillum tvey lágtrýst. Soleiðis hevur eisini verið hesaferð.

Í nátt hevur verið gott veður – eitt lítið lot úr útnyrðingi-norði.

Á middegi í dag fer hann at mala úr ymsum ættum eina løtu, men út á seinnapartin er ættin landsynningur. Tað er so tað fyrsta, vit fara at leggja til merkis tað nýggja lágtrýstið.

Tað verður lítil vindur í byrjanini, men í kvøld fer hann at veksa, samstundis sum eitt brúgvalag við kava og/ella regni nærkast okkum úr útsynningi, og ættin fer upp ímóti eystri.

Á midnátt er vindferðin komin upp í 15 til 20 m/s úr eystri, og nakrar tímar seinni er vindferðin komin upp í 20 til 25 m/s av landnyrðingi. Mesti vindurin verður eftir klokkan 8 í morgin ári – um 22 til 27 m/s í miðalvindi. Hetta er hvassur stormur.

Lágtrýstið, sum stendur fyri hesum nógva vindinum, fer framvið beint sunnan fyri Suðuroy út á fyrrapartin í morgin. Trýstið er tá um 951hPa – og tað er sera lágt. At lágtrýstið kemur so nær okkum, merkir, at tað skal bert lítil broyting til, at veðrið ikki verður sum spátt.

Vindurin fer at minka eftir middag í morgin, og ættin fer at flyta seg upp ímóti norði.

Lágtrýstið er endaliga farið frá okkum á middegi mánadagin. Tá verður gott veður aftur við lítlum vindi av norði, so skiftir hann aftur til landsynning-sunnan, og tað næsta djúpa lágtrýstið fer at nærkast…

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…