Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á Strond koyra tey við egnum streymi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.12.2019 - 09:56 Myndarøð Tíðindi Vinna

Heimsins størsta smoltstøð, sum liggur á Strond og sum Bakkafrost eigur, klárar seg eisini uttan streym frá SEV.

Tá vit ringdu á smoltstøðina í morgun og tosaðu við Rógva Jacobsen, stjóra á støðini, segði hann, at smoltstøðin nú koyrdi við egnari streymveitan.

Sum sæst á myndini omanfyri, so er grái bygningurin niðanfyri sjálva smoltstøðina á Strond, bygningurin sum hýsir neyðstreymsveitingini til smoltstøðina.

Rógvi Jacobsen sigur, at streymveitingin til smoltstøðina er lívsneyðugur fyri fiskin, ið gongur í kørunum. Uttan streym høvdu vit valla klára okkum í meira enn 20 minuttir. Eftir tað høvdu vit farið at mist allan fiskin og tað hevði verið ein katastrofa.

Tí hava vit bygt okkara egnu streymveiting, sum stendur í beinleiðis samband við smoltstøðina.

Í gjár fór streymurin frá SEV einar tríggjar ferðir, tá startaði okkara egna streymveiting, og vit valdu tí framhaldandi at koyra við henni. Vit merktu tí onki til at streymurin frá SEV fór í morgun.

Nú boðað veðurstøðirnar aftur frá nógvum vindi í kvøld, so vit hava valt at lata okkara egnu streymveiting koyra framhaldandi fyribils.

Upp á fyrispurning okkara, um Bakkafrost kann trekkja koyringina við egnu streymveitingini frá í rokningini frá SEV, ella um SEV hevur luttikið í kostnaðinum fyri streymveitingina? Svarar Rógvi Jacobsen, stjóri á Smoltstøðini: Nei, vit kunnu ikki trekkja rokningina frá og SEV hevur ikki luttikið í kostnaðinum fyri neyðstreymsveitingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð