Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvík í skýming | Mynd: Oliver Joensen

Í Norðoyggjum góður tokki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.12.2019 - 09:59 Leiðarin Mentan Vinna

Vit eru nú komin inn í jólamánaðin, og kunnu staðfesta, at her gongur væl í nærum øllum lutum. Nokk av arbeiði er til allar hendur, og framburður og trivnaður er at hóma í lokalsamfelagnum. Tann leingi væntaði miðbýurin er nú veruliga farin at spíra, og tað verður helst ikki leingi, til hann fer at blóma.

Nýggi miðbýurin í Klaksvík er nú tikin í nýtslu og skal koma fyri seg. Góðar kreftir vígdu hann við Norðurjólum, og góðar kreftir hava nú eisini latið upp skoytubreyt har, og øll hava tikið væl ímóti. Ein væleydnaður tunnilsdagur hevur verið, har mong hava fingið orðnað síni jólainnkeyp báðu megin fjørð. Luciagongd er í skúlunum um hetta mundið, og kavin er lagstur. Jú, sanniliga nærkast jólini.

Næst á skránni eru siðbundnu tiltøkini við jólaskipinum og ársins rósu, og eins og undanfarin ár er spenningur um, hvør man fáa hana í ár. Mong eru, ið hava uppiborið eitt herðaklapp, men øll kunnu ikki fáa tað í senn.

Vinnuliga og politiskt er jólafriður ikki reiðiliga fallin á enn. Nógvar viðgerðir av týðandi málum eru framvegis og skulu helst fáast frá hondini áðrenn jól. Fyrst og fremst fíggjarlógin og harnæst lógin um sjófeingi skulu verða avgreiddar áðrenn 1. januar. Her verður helst arbeitt líka upp undir evstamark, kanska heilt til tollaksmessudag. Alt bendir eisini á, at hesar viðgerðirnar fara at vera millum tær meira lívligu.

Samferðslukervið stendur fyri stórum útbyggingum. Runavík hevur uttan iva fingið fleiri vitjandi úr Klaksvík seinasta tunnilsdag, og eftir øllum at døma verður Runavíkin mitt millum tveir funktionellar undirsjóvartunlar longu komandi jól. Tunnilsfelagið, ið byggir Eysturoyar- og Sandoyartunlar sigur, at koyrandi helst verður í desember næsta ár. Hendan útbyggingin fer av álvara at gera Runavíkina til knútapunkt í Føroyum.

Útróðrarmenninir fingu eina kærkomna jólagávu frá fiskimálaráðharranum, har hann gav teimum 240 dagar afturat í farnu viku. Sambært fólki í vinnuni strekkir hetta kanska fram til hálvan desember, og alt ger mun, tí tað hoyrist, at har er ivaleyst til av fiski. Her í blaðnum fylgja vit væl við, hvussu tað hildnast hjá teimum ymisku bátunum, og alt bendir á, at menn hava nokk at gera – um bara teir sleppa fyri myndugleikunum. 

Biskupstorg er veruliga farið at taka leiklutin sum miðbýur á seg, og komandi tíðina fer støða at verða tikin til, hvat skal vera í niðastu hæddini í stóra bygninginum. Økið rundanum og skoytibreytin mugu sjálvsagt hugsast inn í hesa ætlanina, og tað letur til, at skikkað fólk stendur fyri hesum uppgávum. Spennandi verður at fylgja við.

Alt í alt má sigast, at vit liva í tíðum, har full ferð er á samfelagnum, og har siðbundnu traditiónirnar mugu kýta seg fyri at fylgja við. Vøkstur er í øllum tí norðara partinum av Føroyum, og arbeiðsloysið er metlágt. Vinnulívið hevur tað gott, ja, so gott, at frøðingar av ymsum slagi eru farnir at skifta orð um, um vinnan ikki hevur tað ov gott.

Ein navnframur klaksvíkingur segði einaferð “Um vit ikki skulu sóla okkum, tá sólin er frammi, nær so?”, og onki galið eigur at vera í at fegnast um tað, tá tað gongur væl. Og tað ger tað í løtuni. Alt bendir á, at tilstundandi jólini fara at teljast millum tey heilt góðu, og tað er við góðum treysti, at vit eru farin inn í seinasta kapittulin av 2019, ið hevur verið eitt framúr gott ár fyri Norðoyggjar.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…