Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kina keypir 8% av føroyska útflutninginum

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  11.12.2019 - 15:03 Tíðindi Vinna

Føroyski samhandilin við Kina er øktur munandi síðstu 10 árini, har útflutningurin er næstan seksfaldaður til 644 milliónir krónur í fjør. Hjá dønum stendur innflutningurin fyri nógv størsta partinum av samhandlinum við Kina.

Samhandilin við Kina fyllir nøkunlunda líka nógv í Danmark sum í Føroyum, hóast býtið millum innflutning og útflutning er eitt sindur ymiskt. Hjá Føroyum er kinverski marknaðurin ein vaksandi partur av keyparaskaranum, meðan danir leingi hava brúkt Kina sum stórveitara av teirra innflutningsvørum. Tað framgongur av uppgerðum av samhandlinum frá Danmarks Statistik og Hagstovu Føroya.

Meðan danski útflutningurin til Kina er næstan tvífaldaður síðstu 10 árini, so er føroyski útflutningurin næstan seksfaldaður. Kinverski útflutningurin hjá dønum var soleiðis 20 milliardir krónur í 2018 svarandi til 3% av samlaða útflutninginum. Í sama tíðarskeiðið er danski innflutningurin av kinverskum vørum øktur við 60%, sum bert er eitt vet meira enn samlaði vøksturin í danska innflutninginum, tí er luturin stórt sæð óbroyttur 7%. Danski samhandilin við Kina - innflutningur og útflutningur - er øktur eitt vet frá 4 til 5% av samlaða samhandlinum.

Búskaparligi framburðurin síðani fíggjarkreppuna hevur verið væl størri í Føroyum enn í Danmark. Hetta sæst eisini aftur í, at samlaða føroyska útflutningsvirðið er næstan tvífaldað til slakar 8 milliardir krónur, meðan danski vøruútflutningurin er øktur sløk 40% til 685 mió. kr. Seksfaldingin av føroyska útflutninginum til Kina merkir, at føroyski samhandilin við Kina er farin fram um tann hjá dønum og er nú 7% av samlaða samhandlinum

Kelda: Danmarks Statistik, Hagstova Føroya, egnar útrokningar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast