Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein stórur hvalur er strandaður á Listasavninum – og hann hevur sínar hugsanir!

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  12.12.2019 - 10:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

32.000 leikahermenn, sum verða umskapaðir til ein grindahval, skulu byrja eina samrøðu og byggja brúgv millum Føroyar og útheimin.

Ein grindahvalur í veruligari stødd varpar ljós á, hvønn leiklut grindin hevur fyri føroyska mentan søguliga, og á hvat umheimurin heldur um grindadráp í hesum døgum.

Evnið er tíðarbært, tí at Føroyar í størri og størri mun verða samanbornar við grindadráp og av altjóða aktivistum verða fordømdar í hesum sambandi.

Leggið oyrini inn móti hvalinum og lurtið eftir ymsu sjónarhornunum – fyri
og ímóti grindadrápi:


• Her hoyrast áheitanir frá Sea Shepherd-stovnara, Poul Watson. Hann hugsar sum aktivistur um djóravælferðina og er sostatt ímóti grindadrápi.
• Fotomodellin Pamela Anderson er sum veganari eisini ímóti og hevur sum amerikanari eina sterka meining um grindadráp.
• Ein franskur aktivistur broytti sína mynd av føroyingum eftir eini vitjan í Føroyum: „Tey eru eitt frálíkt fólk, og útlendingar skulu blanda seg uttan um kjakið um grindadráp“.
• Ein 14-ára gamal føroyskur drongur greiðir frá, hvussu hann hevur lært at fara í grind av pápanum, sum somuleiðis lærdi at fara í grind av pápa sínum, o.s.fr.
• Ein føroyskur lækni ávarar kvinnum og barnakonum ímóti at eta grind, tí at kjøtið hevur ov nógv kyksilvur í sær.
• „Grindavísan“ verður kvøðin í føroyskum dansi.
• Ein føroyskur maður heldur, at aktivistarnir, ið koma til Føroyar, vegna harðligu framferð sína næstan bera seg at sum yvirgangsfólk.


Whale War letur eisini hvalin koma til orðanna – lurtið eftir sangi hansara. Ljóðbitar úr einum grindadrápi eru somuleiðis ein partur av verkinum.


Savnsstjóri, Karina Lykke Grand, sigur: ”Verkið er gjørt burtur úr plastikki, og hetta kann tulkast sum eina viðmerking til, at heimshøvini í vaksandi mun dálkast og fyllast við plastikki. Eitt av heimsmálunum hjá ST er at varpa ljós á umhvørvið – herímillum heimshøvini. Listasavnið stuðlar hesum heimsmálum við at sýna fram listaverk, ið eggja til umhugsan og
hugleiðing um umhvørvið, djóravælferð og altjóða burðardygd.

Harumframt gleða vit okkum til at byggja brúgv millum hugsjónina úr útheiminum og úr Føroyum. Við at byrja eina samrøðu um grindadráp og við at upplýsa um hetta vóna vit, at kritikkurin gerst meiri fjølbroyttur”.


Listafólk: Edward Fuglø
Heiti: Whale War, 2019. Mixed media. 32.00 plastikksoldátar, 6 lurtistøðir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028
Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum
Sandavágs Talvfelag á odda 
Semja millum politiskar flokkar um linju…
Latið handaligu og kreativu útbúgvingarn…
Altjóða gudstænasta í Vestur­kirkjuni
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað