Lýsing
Lýsing
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum á kurteisivitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november mánaða. Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru umframt á myndini | Mynd: Dávur Winther

Skal lívið bæði byrja og enda í Havn?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2019 - 07:13 Leiðarin Politikkur

Tað teknaði so væl eftir valið. Umboð í 6 av teimum sjey gomlu valdømunum komu í samgongu, og tá Landsstýrið varð mannað, so kom sjeynda valdømið eisini við. Vit høvdu fingið eina samgongu, sum hevði tingfólk úr øllum sýslum í landinum. Nú var lagað manni at “arbeiða fyri allar Føroyar”, sum tað so vakurt æt, tá vit fingu eitt valdømi.

 

Men nú fyrsta fíggjarlógin skal gerast, eru aftur ófrættakendir tónar at hoyra. Spurdur beinleiðis svarar Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, at ongar ætlanir eru um at lata upp føðideildirnar í Norðoyggjum ella í Suðuroy aftur. Tvær deildir sum alstórur saknur hevur verið í í báðum økjum, og sum eitt nú Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir hava gjørt vart við. Men tey umsita onnur málsøki – við vilja?

Bert tveir dagar eftir hesa útmeldingina er sami heilsumálaráðharri úti og fegnast um eitt tilmæli um at gera eina nýggja, palliativa deild á Landssjúkrahúsinum. “Hetta er eitt gott tilmæli”, sigur landsstýrismaðurin við Kringvarpið, og leggur afturat, at tað nokk fer at fáa jaliga móttøku. Hvør skal siga: Føroyingar sleppa hvørki at verða føddir ella at doyggja í útjaðaranum.

 

Vil samgongan ikki útjaðaran?

Eisini á samferðsluøkinum varð útjaðarin sligin á nevið. Tunlarnir Norður um Fjall verða seinkaðir eitt ár, tað vil siga útsettir til at skula byrja í 2021. Ongir pengar eru tøkir, verður sagt. Hetta er annars sama samgonga, sum, tá ið hon var andstøða, beyð sær til at framskunda tunlarnar Norður um Fjall við at lata almenna P/F Norðoyatunnilin leggja út. Nú tykist vera vent í holuni, so eisini her standa vit spyrjandi. Hví verður hetta uppskotið ikki lagt fram aftur?

Stjórin á Tekniska Skúla í Klaksvík sigur við blaðið, at játtanin til skúlan er sera smøl, og tí er ikki rúm fyri stórvegis av flokkum har. Men heldur ikki tann játtanin verður økt nevnivert í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020. Tað sama ger seg galdandi fyri Húsarhaldsskúlan; ein heilt lítil hækking er alt. Vit frætta at á Miðnámi í Kambsdali og í Hovi er somuleiðis slunkið við játtan. Í Vágum er sama søga. Lokalu umboðini fáa at vita, at ongin ætlan er um at sleppa ætlanini um nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið har, men so hendir ikki meira. Ja, tað frættist enntá at Sjóvinnustýrið skal inn í Hey-hølini beint við gomlu løgreglustøðina í Tórshavn.

Verst stendur tó til í Sandoynni. Listaskúlin, sum fekk 1 millión til at fyrireika útbúgvingina í ár, stendur ikki til at fáa nakað í ár ella komandi árini. Í fíggjarlógini stendur bert “Í fíggjarlógini fyri 2020 er eingin játtan til fyrireikingina av útbúgvingini.” Hendan verkætlanin fór tó longu av sporinum í undanfarna valskeiði. Fyrst æt tað seg, at útbúgvingin skuldi vera í Sandoynni, síðani at hon partvíst skuldi vera har, men nú tykist verkætlanin at verða parkerað, møguliga endaliga?

 

Útjaðarin er annað enn bara fiskur

Ein kann siga, at fiskivinnunýskipanin tapti valið og fiskivinnan í útjaðaranum vann tað. Men tað má og skal ikki vera nóg mikið fyri lokalu umboðini kring landið, at bert fiskivinnunýskipanin verður rullað aftur, og so onki meira. Útjaðarin hevur sanniliga eisini brúk fyri skúlum, mentan, heilsutænastum, einum vælvirkandi samferðslukervi og list. Fólk í útjaðaranum valdu samgongupolitikararnar til at umboða seg í øllum lutum, ikki bert í fiskivinnupolitikkinum. Nú mugu tingfólkini í samgonguni, úr øllum heraðshornum í landinum, gera bart og vísa øllum Føroya fólki, hvønn tey umboða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl av fiski hjá útróðrarbátunum
Norðlýsið a gøtuni
Løgtings­fundir hesa vikuna
Stovnandi aðalfundur hjá Lands­felag­num B…
Kallanes selur fisk
Brennistøðin – einaferð enn
Tøkk – Julius Sigmund Poulsen
Heri: Eg havi hug at gita
Nýggjur Fisk&Kips bilur
Tá kunnleikin hvørvur – missa vit røturn…
Vil ikki skapa falskar vónir um útoyggja…
Eldrasamkoma í Betesda fríggja­dagin kl.…
Karl Johansen fekk handað heiðursmerki
Hvar bleiv broytingin í fráfaringaraldri…
Stríðið um skrellið
Fýra klaksvík­ingar við Skála-liðnum
Skála skúli á kt-stevnu í London
Minningarorð - Torleif Justinussen
Silvurkalvi rikin á land
Esther - seinasta sluppin til fiskiskap