Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgættar veður hevur vanliga við sær glottar uppímillum skýggini, soleiðis sum tað var á jólum í ár. Næstu dagarnar fer slavin luft at streyma ímóti okkum úr Atlantshavi. Tí verður skýggjað og regn og nakað væl lýggjari enn á jólum. Hetta veðrið fer at liggja næstu 10 dagarnar, soleiðis sum tað sær út í løtuni. | Mynd: Oliver Joensen

Veðrið næstu dagarnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.12.2019 - 13:09 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstini ganga ímóti Íslandi í hesum døgum. Hetta hevur við sær, at ættin í Føroyum fer at liggja ímillum landsynning-sunnan og vestan.

Luftin er lýggj og dregur við sær nógva vætu úr Atlantshavi.

Veðrið dag fyri dag fyri tað, sum er eftir av árinum.

Seinnapartin í dag minkandi vindur úr útsynningi-suðuri. Í kvøld er vindferðin komin niður í 8 til 13 m/s. Brúgvalagið er farið framvið um 15 tíðina. Eftir tað er tað fyri tað mesta turt kring landið – tó okkurt æl í støðum. Hitin í dag 7-8 stig.

Í nátt minkandi vindur úr útsynningi-suðuri og í morgin ári og fyrrapartin landsynningur-sunnan, 5 m/s. Um middagsleitið veksur vindurin aftur eitt sindur – upp í 10 til 15 m/s úr suðuri. Í annaðkvøld minkar vindurin aftur, og tað slítur í. Hitin í morgin 7-8 stig.

Í ovurmorgin 10 til 15 m/s úr útsynningi. Tað regnar fyrrapartin, men slítur í út á seinnapartin. Eftir tað turt kring landið. Hitin fer at liggja um 7-8 stig.

Fyri gamlaárskvøld eru forsagnirnar eitt sindur ymiskar. Flestu veðurstøðir siga frá útsynningi, men vindferðin er ymisk – onkur veðurstøð sigur frá 10 m/s; onnur veðurstøð væntar næstan 20 m/s. Vit fáa at síggja.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð