Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin er eitt sindur veksandi kring landið. Í kvøld er væntandi 13 til 18 m/s úr útsynningi og turt. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.12.2019 - 11:45 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið eitt sindur minni vindur í nátt og í morgun, enn tað hevur verið seinastu dagarnar.

Men tað er farið at veksa eitt lítið sindur aftur.

Tær seks mátistøðirnar hjá Vørn søgdu allar frá minni vindi seint í gjárkvøldið og í nátt. Nú siga allar frá spakuliga veksandi vindi.

Vindøkið kemur til okkara vestan- og sunnanífrá, tí er mesti vindurin í dag í Mykinesi og í Akrabergi.

Í Akrabergi er mesti vindurin, klokkan er trý korter til tólv, og minsti vindurin er á Kirkju. Máldir verða 16 m/s og 3 m/s, ávikavist. Ættin er útsynningur.

So er tað tað, hvussu fer at roynast seinnapartin og í kvøld.

Væntað verður, at vindurin fer at veksa eitt sindur meir úr útsynningi, og í kvøld er miðalvindurin komið upp í 13 til 18 m/s. Í støðum fara hvirlurnar at vera nakað harðari.

Ætlandi turt allan dagin í dag og í kvøld eisini. Hitin um 7 til 8 stig í dag; í kvøld 4 til 6 stig.

Gott nýggjár øll somul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Deyður springari á Borðoyarvík
229.470 krónur til børnini
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Lýsing