Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kaj Leo: Einki verður niðurlagt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  06.01.2020 - 10:45 Politikkur Tíðindi

Tað sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum í stuttari viðmerking, til lesarabræv, ið borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorðheim, sendi út í vikuni har hann gjørdi greitt, at hann sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu ikki kundi góðtaka, at allar hospice-sengurð skuldu sentraliserast á Landsjúkrahúsinum.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg setti í vár ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um palliatión og hospice í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen tók undir við at arbeiðið helt fram og bleiv gjørt liðugt.
 
Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, sigur at talan er ikki um at niðurleggja nakað, men um at menna eitt nýtt tilboð til fólk sum eru álvarsliga sjúk.
 
- Hetta verður ikki smoygt oman yvir høvdi á nøkrum, men eg fari at tosað við kommunurnar kring landið, sum í dag umsita eldraøki, um hvussu vit í felag kunnu menna hetta tilboðið.
  
 
Brot úr tilmælinum

Les álit her

 
Hospice kann leggjast á friðarligum og náttúruvøkrum øki burturfrá sjúkrahúsøki.
Hospice kann liggja langt frá sjúkrahúsinum
 
Arbeiðsbólkurin er samdur um, at í verandi løtu er ikki ráðiligt at gera eitt hospice fyri alt landið.
 
Tað er eisini greiða støðan hjá teimum, sum bólkurin hevur ráðført seg við m.a. kommunala eldraøkið, sjúkrahúsini og serfrøðingar á øðrum palliativum deildum í øðrum Norðurlondum.
 
Hetta er serliga grundað á, at tey flestu ynskja, at tað ber til at vera í sínum nærumhvørvi sína síðstu tíð. Eisini heldur arbeiðsbólkurin, at tað kann veitast betri tænasta á eini deild á Landssjúkrahúsinum við servitan og stuðulsfunktiónum, enn um hospice var ein stovnur fyri seg burtur frá sjúkrahúsinum
 
Palliativa tænastan á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi virka nøktandi, og eru sjúklingar og avvarðandi takksom fyri møguleikan at vera á einum sjúkrahúsi nærri at teirra heimi og familju. Enn tørvar eitt formligt samstarv við palliativu eindina og palliativa toymið, umframt eitt formligt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum partarnar.
 
Út frá øllum hesum uppleggum kom greitt fram, at flest teirra taka undir við, at fólk skula hava møguleika fyri at vera heima sum longst og doyggja heima. Neyðugt er at gera fyriskipanir, soleiðis at sjúklingar kunna verða heima ta seinastu tíðina, samstundis sum lívsgóðskan gerst so góð sum gjørligt. Eisini er semja um, at serkøn palliativ viðgerð og røkt verður veitt á sjúkrahúsinum. Millum annað segði Anders Bøgesvang, at hann hevur verið við til at etablera økið í Noregi. Í Noregi var stórur meiriluti fyri, at man ikki skuldi gera eitt Hospice burturav, men at økið skuldi verða knýtt at serfrøðini, sum longu er á sjúkrahúsinum. Eisini var meiriluti fyri at styrkja partin við starvsfólkum, sum vitja heimini og røkta tey, ið ynskja at doyggja heima.
 
Peter Juul Jensen greiddi frá, at á Bornholm verður tænastan kallað ‘Omsorg’. Hann greiddi frá, hvussu tey hava etablerað økið innan umsorganartænastuna. Eisini vísti hann á, at í teimum førum, tá síðsta tíðin gerst kompleks og krevjandi fyri sjúkling og avvarðandi, skapar tað ein tryggleika  at hava møguleikan at koma á sjúkrahús. Hann segði, at henda skipan ger, at fleiri kenna seg tryggan at doyggja heima.
 
1. Palliatión skipast sum sergrein
Palliatión verður sum sergrein og landsumfatandi tænasta skipað í sjúkrahúsverkinum og staðsett á Landssjúkrahúsinum. Serlækni í palliatión hevur ábyrgdina av økinum.
 
Palliativir sjúklingar hava ofta tørv á serkunnleika, sum einans er á Landssjúkrahúsinum. Tænastan skal fevna um allar álvarsliga ólekjandi sjúklingar.
 
Tænastan verður í tilmælinum, skipað undir heitinum Palliativa deildin.
 
Palliativa deildin skal skipast undir medisinska deplinum. Deildin skal fevna um pallativa toymið og palliativ seingjarpláss.
 
Sum staðseting av eini palliativari deild kann sum dømi verða nevnt, at Dronning Alexandrines Hospital hevði verið væl egnað. Hetta er arbeiðsbólkurin samdur um. Neyðugt verður tó við umvælingum og dagføringum av hesum hølum.
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni