Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Klaksvík hevur mátistøðin hjá Landsverki sagt frá vindi upp í 40 m/s fyrrapartin í dag. Tá ið myndin varð tikin, var miðalvindferðin 13 m/s, meðan hvirlurnar lógu um 37 m/s - næstan 3 ferðir miðalvindin. | Mynd: Undirritaði

Nógvur vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.01.2020 - 11:11 Tíðindi Veðrið

Tað er bara vindur og vindur hesar dagarnar. Eitt lítið andarhald viðhvørt, so veksur vindurin aftur. Soleiðis hevur mynstrið í veðrinum verið í meiri enn eina viku, og soleiðis fer at vera í eina viku afturat.

Tað djúpasta lágtrýstið higartil í ár, sum merkist her í Føroyum, stendur í dag einar 600 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Tað er nokkso langt burturi, men tað er so djúpt – t.e. nógvur vindur er rundan um tað – at tað setir sín dám á veðrið í Grønlandi, Íslandi, Skotlandi, Skandinavia og so sjálvandi eisini her í Føroyum.

Tað ringasta veðrið kring hetta djúpa lagtrýst, er í dag og í morgin har sum Føroyar eru. Eftir at tað ringasta er farið framvið seinnapartin í morgin, fer tað ringa veðrið at raka Norra.

So er tað tað, hvussu veðrið fer at vera restina av degnum í dag og í morgin.

Status í løtuni er (klokkan 11), at vindferðin liggur um 25 til 30 m/s í Mykinesi og í Akrabergi. Hetta er miðalvindferðin á hesum støðum – sí www.vedrid.fo. Ættin er útsynningur ella útsynningur-sunnan.

Undan ættini er minni vindur – um 15 m/s á Eiði, á Kirkju og í Havn. Øll hesi tøl geva miðalvind kring landið uppá góðar 20 m/s. Hetta er stormur – tó at øll ikki merkja storm.

Seinnapartin kemur eitt brúgvalag við regni afturat – hetta verður um 14-15 tíðina. Tað fer ætlandi skjótt framvið okkum, og tá ið tað er farið eysturum um 17-18 tíðina, slítur í, vindurin minkar niður í 15 til 20 m/s, og ættin fer upp í útsynning-vestan.

Um 20 tíðina í kvøld fer vindurin aftur at veksa. Á midnátt er vindferðin komin upp í 20 til 25 m/s. Stormur ella hvassur stormur í miðalvindi. Saman við hesum skulu vit vænta ælaveður við regni ella vátakava ella kava.

Í nátt fer vindferðin at liggja um 23 til 28 m/s. Mesti vindurin fer at vera frá klokkan 3 til 7 í morgin ári.

Á middegi í morgin er ætlandi minkað niður í 18 til 23 m/s.

Her á Norðlýsinum verður fylgt við veðrinum…

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur