Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur binding eitt pláss í modernaða samfelagnum?

SKRIVAÐ: Eyðna Vidtfeldt, klædnasniðgevi  |  07.01.2020 - 14:10 Bloggur Mentan

Samfelagið hevur í nógv ár verið merkt av, at alt skal ganga skjótt fyri seg. Arbeiðsmarknaðurin verður digitaliseraður og krevur nógva umstilling, ferð er eisini á familjulívinum, mentanarligum tilboðum, umframt at tilboð um útbúgving og endurútbúgving rykkja í ein.

Alt hetta krevur nógv av einstaklinginum. Tað yngra ættarliðið, ið er í 20-30unum, er byrjað at seta spurningar við, um hetta er gott fyri tey, og um lívið ikki kann hava annað innihald og virði, meðan ættarliðið í 40-50unum, ið byrjar at fáa tíð til sín sjálvs, eftir at børn og arbeiði eru farin við 30unum, leitar eftir frítíðarítrivi, ið tey kunnu fordjúpa seg í. Av hesum eru alt fleiri kvinnur, ið velja at fordjúpa seg í at binda, í ymiskum teknikkum, møguleikanum at verða individualistar og at sjálvrealisera seg á kreativa økinum.

Tá eg flutti niður fyri átta árum síðan at lesa til klædnamiðlara, plagdi íslendska vinkona mín og eg ofta at binda í tokinum á veg til Nørreport. Tað bleiv ofta hugt undarliga, og ikki sjáldan fekk eg spurningar frá yngri og eldri um, hvat eg gjørdi, og hví eg brúkti tíð upp á at binda, tá klæðir kundu keypast bíliga. Tá eg hevði tíð, dámdi mær væl at samtala um, hvat tað merkti fyri meg at skapa við mínum egnu hondum, og fleiri skiltu tað, men meintu samstundis, at hetta var gamalsligt og ótíðarhóskandi. Á skúlanum dugdu tey lesandi heldur ikki at binda  - har gevi eg stóru skúlalógarábótini á handverksliga økinum skuldina, tí tað síggjast negativ árin so nógvastaðni av tí sparitiltakinum og ikki nevnivert av góðum – men tær ungu genturnar vildu gjarna læra, so vit vóru nakrar, ið plagdu at hava bindiundirvísing í felagsrúminum í pausunum, tí undirvísararnir meintu ikki, at tað var neyðugt at undirvísa í binding. Tær blivu tó klókari hesi árini, eg gekk har, og í dag hevur skúlin eina serstaka bindibreyt.

Meðan eg las – og meðan áhugin fyri binding vaks í Danmark – bleiv eg ofta bjóðað út at undirvísa í binding til serlig tiltøk so sum bindifestivalar og temadagar ymsastaðni. Tað vakti mín ans, at meðan fleiri av eldru luttakarunum luttóku fyri at fríska minni frá barnaskúladøgunum, møttu alt fleiri yngri kvinnur upp fyri at læra at binda. Og tó ikki, tí sum nýmótans kvinnur, so høvdu tær fyrireikað seg væl heimanífrá, lisið bloggur, fylgt væl við á sosialu miðlunum og hugt at tekniskum frágreiðingum á Youtube. Eldru kvinnurnar stóðu ikki aftanfyri tær ungu, tí teirra mál við luttøkuni var ofta, at tær ynsktu at læra ein serligan teknik og at fara í djúpdina við honum, eins og at eg ímyndi mær, at tær bera seg at í vanliga yrki sínum, tí hetta vísti seg ofta at vera juristar, læknar, tíðindakvinnur o.l., sum ynsktu at verða eins dugnaligar og nærlagdar við bindingini. Hetta fekk meg at hugsa, at sjálvt um kvinnur hava brúkt nógva tíð og orku at bróta við siðbundna leiklutabýti, so er binding í dag ikki av neyð fyri at klæða húski, men ein háttur at finna innara frið, at fara í dýpdina í einum frítíðarítrivi og at merkja skapanargleði.

Tað, sum tó kann gera meg enn meiri glaða kvinnurnar vegna, er, at tær byrja at finna eina felagskenslu og ein felagsskap rundan um bindingina. Tað er virkuliga ein partur, eg altíð havi elskað við føroyskum kvinnum. Tann felagsskapur, nógvar hava skapt í bindiklubbum, er gull verdur, tí at binda er so sera sosialt -  til ber at tosa um alt frá túnatosi til stórar trupulleikar.

Eitt skifti undirvísti eg í binding á lokala kvøldskúlanum. Har komu kvinnur, ið ikki kendust áðrenn, men sum gjarna vildu læra at binda. At byrja við vóru tær ikki nógv fyri at tosa, tær vóru komnar fyri at læra, so tað var eg, sum skuldi tosa. Tó so, tá gongd var komin á bindingina, og tær vóru við at loysa uppgávuna, eg hevði sett teimum tað kvøldið, bleiv tað ofta ógvuliga friðarligt, so eg royndi meg sum søgusigara, har eg segði teimum frá, hvat binding hevur at týða fyri meg. Tær blivu ógvuliga bitnar av søgunum um, hvussu ommur mínar høvdu lært meg at binda, tá eg var lítil, tí hetta hevði givið mær eitt serligt band til ommurnar, ein lærdi meg at binda hælin, sum eg nú lærdi tær, meðan hin lærdi meg at binda kant, sama kantin, sum tær skuldu royna. Eisini segði eg teimum ofta frá, um bindiklubban hjá mammu míni, har tær hjálptust at (og uttan iva planløgdu), tá stórar veitslur, konfirmatiónir, brúdleyp, rundir føðingardagar og ervi vóru á skránni. Kvinnur, ið ikki høvdu familjubond, men sum knýttu sosial bond. Í míni roynd at myndagera leiklutin, plagdi eg at lýsa tað sum eitt eyka sosialt trygdarnet, ið gav meiri enn bara at deila uppskriftir og teknikkir, tí tær gjørdu hetta saman. Vit endaðu skeiðið við einum føroyskum bindiklubbakvøldi heima hjá mær, har tær fingu loyvi at royna binduklubbamentanina saman við tí, at lata heimið upp fyri kvinnum, ið einans høvdu bindingina í felag.

Um danir koma hartil, at bindiklubbar íbirtast, skal eg ikki spáa um, men tey seinastu tvey-trý árini havi eg lagt merki til, at bindisamfeløg blomstra rættuliga nógvastaðni. Caféir við einum endamáli, sum er at selja tógv og kaffi til bindandi gestir, serligar sýningar í biografunum fyri bindarar (har ljósið ikki verður sløkt heilt), og felagshús bjóða bindarum til samveru, har royndar læra óroyndar, alt meðan kaffi og ein lekkur køka verður notin. Individualisma og sjálvrealisering fara heilt sikkurt at verða ein partur av hesum samfelagnum í framtíðini, men í einum hektiskum dagligdegi er tað deiligt at síggja bindandi kvinnur koma hvørjum øðrum við í tí lagi, tær hava tørv á tí, óansæð um málið við bindingini er tann nýggja, japanska útgávan hjá Marianne Isager ella okkurt lekkurt ullint frá smábarnamammuni til barnagarðsbarni. Tá eru vit komin langt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…