Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bindandi bindindi

SKRIVAÐ: Jákup av Skarði  |  08.01.2020 - 11:30 Poddar Mentan

Uppvaksin við handarbeiði, var tað mær nátúrligt at velja handarbeið sum eina av trimum linjugreinum á Føroya Læraraskúla og fyrstu árini í lærarastarvinum, undirvísti eg m.a. dreingjum í handarbeið (p-fak). Av og á hevur handarbeiðið sín lut í undirvísingini – og í gerandisdegnum – og er handaligt arbeiði mær ein hornasteinur í tí at menna bindindini hjá næmingunum at hugsavna seg, at arbeiða við mynstrum og at eksperimentera – tó, at eg í mong ár ikki sjálvur havi havt nakað plagg á stokkunum.

At læra handverkið, heima og í skúla, hevur verið mær góður kunnleiki í mongum avbjóðingum. At duga at nýta hendurnar var mær eisini hent tað árið eg var til skips. Men hvussu kann eg vinkla hetta til ein blogg til “Bindifestivalin 2020”?

Fyrst av øllum hugsi eg, at hesi orðini á heimasíðuni: “...ganga tær ein binditúr úti í náttúrini ella seta teg við stokkunum...” minna meg á neytakonur, ið gingu við stokkum og hvussu konurnar nú sita umborð á Ternuni og binda.

Eg havi gingið og bundið, tað er ikki torført, alt eftir hvat er á stokkunum. Eg havi eisini bundið í flogfari og á ymsum fundum, men enn havi eg ikki sitið við stokkum umborð á Ternuni, hvørki á veg til Havnar ella út aftur til Nólsoyar. Eg haldi tað vera óføra hugaligt at síggja konufólk sita við handarbeiði til ymisk tiltøk, og er hetta avgjørt týdningarmikil partur í handaligu mentanini í Føroyum.

At skriva til Bindifestivalin kann eisini vera fyri at lýsa nakrar tankar um tað at arbeiða við mynstrum, og hvussu væl handarbeið fellir saman við støddfrøðisfatan. Nú er ikki “bert” talan um at rokna út hvussu nógv eygu skulu kastast uppá, og hvussu nógvir stokkar skulu bindast, men eisini hvussu alt gongur upp. Er talan um barnatroyggju skal harafturat ansast betri eftir hvussu langar buktirnar eru millum mynstrini, ella um buktin skal hanga uppi í øðrum eyga heldur enn fast á einum barnafingri.

“Her kanst tú bæði nema tær hegni og handalag, vitan og vinalag” stendur eisini á heimasíðuni. Eg ivist onga løtu í, at fleiri hittast aftur á bindifestivalum, okkurt vinalag man eisini vera sprottið úr bindifestivali og hugaligt er at fáa og geva vitan um tað, ið handfarið verður.

Í hesum tíðum, har fokus er á handverkið, endurnýtslu og at tveita sum minst burtur, hugsi eg mær, at bindifestivalur kann verða høvið at læra av hvørjum øðrum, royna nýggjar teknikkir og evna burturúr tilfeingi okkara á ymsan hátt – bæði til prýðis og nýtslu. Samstundis sum gott er at kenna gomlu bindingarmynstrini, brellast vit – tíbetur – eisini eftir at skapa nýggj, har okkurt nýtiligt eisini verður lært úr øðrum londum.

Í nøkur ár tók eg móti skinnum. Men 2019 var eitt bakkast fyri burðadygd og huganum at gagnnýta tilfeingið í Føroyum. Tí gleðir tað, at ullin er eitt høvuðsevnið á Bindifestivali 2020 og somuleiðis setir ullin yvirskriftina til pallborð. Tó at langur vegur er til orðatakið “ull er Føroya gull”, kann staðfestast, at við hegni kann væl fáast burturúr tilfeingi okkara.

Vónandi kann Bindifestivalurin 2020 seta nýhugsan í gongd til bæði prýði og nýtslu, har føroyska ullin verður snúningspunktið og setir nýggjar hugsanir í gongd, hvussu vit gagnnýta bæði broddin, karaðu ullina og teir nátúrligu seyðalitirnar, ið enn eru óspiltir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…