Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trap Føroyar á veg í nýggjum hami

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Joensen  |  08.01.2020 - 07:02 Mentan Tíðindaskriv

Ein tann higartil besta – og einasta veruliga handbókin –  um Føroyar kemur út aftur. Ikki bert fyri teimum, sum  hava fingist við at skriva um føroyska søgu og føroysk viðurskifti, hevur bindið  um Føroyar í stóra bókaverkinum Trap Danmark verið eitt sera hent amboð, men eisini hjá øllum sum í eini handavending vilja vita meira um Føroyar.

Tað eru kortini ikki øll, sum hava gáa um hesa hentu handbók, tí 50  ár er  long tíð - eisini at gloyma í. 

 

Nógv vatn er runnið í ánna síðani seinasta bindið um Føroyar kom út í 1968, tí hava óivað eisini ung og yngri fólk gloymt, at hetta henta stórverk er til. Eitt verk, sum ein røð av Føroyakønum fólkum – bæði donsk og føroysk –  skrivaðu fyri meira enn 50 árum síðani.

Føroyingarnir vóru jarðfrøðingin Jóannes Rasmussen, plantufrøðingurin  Jóhannes Jóhansen, fiskifrøðingurin  Jacob Sverri Joensen, ídnaðarfrøðingurin  Karsten Hoydal, skrivstorustjórin Johan Djurhuus, landsverkfrøðingurin  Mikkjal Helmsdal, stjóran á SEV Hjalgrim Winther, landslæknin Hans Debes Joensen,  professarin Christian Matras, rithøvundurin William Heinesen, varabiskuppurin Jacob Joensen, landsantikvarurin Sverri Dahl og bókavørðurin Ulf Zachariassen.

Føroyakønu danirnir vóru skrivstovustjórin A. J. Arnskov, landafrøðingurin Axel Schou, veðurfrøðingurin  Ingolf Sestoft, plantufrøðingurin Kjeld Hansen, hagfrøðingurin og skrivstovustjórin Rigmor Skade. Onnur redaktiónsfólk  vóru J. Kousgård Sørensen, Chr Lisse og Gudrun Ebbesen. Part í handbókini áttu eisini Jaspur Joensen, bókavørður. John Davidsen, lærari, Sigmund í Dali, landmátari, Poul L. Guttesen verkfrøðingur og studenturin  Rolf Guttesen.

Flestu teirra eru ikki okkara millum longur.  

Í  2014 varð farið undir 6. útgávu av Trap Danmark og tá 2021 er farið, skuldu 34 bind verið komin út,  umframt ta teldutøku útgávuna.  Afturat hesum koma 98 bøkur lutaðar sundur,  sum bøkur fyri einstakar kommunur. Trap Danmark er fíggjað úr ymiskum grunnum og frá vinnulívinum við 160 milliónum krónum. Hartil kemur so sølan, sum liggur um 30 milliónir.

Ritstjórnin fyri Trap Danmark, sum hevur sæti í Hørsholm, telur heili 40 serkøn fólk umframt fakliga ráð, sum telur 12 fólk. Hartil  koma so eini 35 fólk,  sum arbeiða fast við  6. útgávuni av Trap Danmark.

Í hesum stóra verki verður mestsum hvør krókur í Danmark umrøddur,  so tað ber til, at fáa fatur á mestsum øllum lokalum upplýsingum av týdningi. Bakstøði fyri verkinum er tí bæði fakliga og framleiðsluliga trygt og gott.

Tað er tí eini stór og gleðilig tíðindi, at ritstjórnin fyri Trap, nú eisini hevur tikið stig til at geva út eina nýggja Trap Føroyar ella Trap Færøerne.  Fyrr var handbókin bert á donskum, men hesa ferð kemur hon út bæði á Føroyskum og donskum. Harumframt kemur verkið eisini at verða teldutøkt– digitalt á  báðu málunum. Tað fer soleiðis umframt at sláa upp í bókini sjálvari, eisini at  bera til at heinta sær upplýsingar umvegis teldu, i-padd og fartelefon. Eitt framstig við lít.

Ritstjórnin hevur ætlanir um, at tað eisini skal bera til at luta Trap Føroyar sundur í fleiri minni bøkur, um ta einstøku kommununa, sum serligar kommunubøkur . Hesum hevur stór undirtøka verið fyri í Danmark. Tí hesar bøkurnar, sum  Trap stendur út, verða faktakekkaðar frá høvdi til hala. Tær eru tí sera álítandi. Hesin møguleiki fer eisini at standa opin fyri føroyskum kommunum. Roknast kann við, at tað verður eitt føroyskt forlag, sum kemur at geva út føroysku útgávurar.

Mentamálaráðið dugdi straks at lesa skriftina á vegginum, tá ritstjórnin fyri Trap kunngjørdi ætlan sína. Mentamálaráðið søkti løgtingið um eina rímiliga upphædd á fíggjarlógini fyri komandi ár til útgávuna av Trap Føroyar, sum tingið nú eisini so skilagott hevur játtað. Talan er um eina hálva millión.

Hetta er sera gleðiligt. Tað gevur tí eisini vón um, at tað ríka føroyska vinnulívi eisini  fer at stuðla hesa verkætlan.  At føroyskir myndugleikar og føroysk virki veruliga hava viljan til at lata sín part í hesa stóru verkætlan – meginhandbókina um Føroyar,  fer at fáa stóran symbolskan týdning og tað fer tí at elva til, at danskar fyritøkur og grunnar eisini fara at lata sín  stóra lut, so fíggjarligt grundarlag verður at fara undir at geva út hesa stóru handbók.

Í hesum sambandi kann vera nevnt, at ein nýggj Trap Grønland eisini er á veg.  Í Grønlandi hava longu nú fleiri grønlendskar fyritøkur sýnt verkinum stóran áhuga og játta pening, so útgávan mestsum longu er tryggjað.

Nógv er hent í Føroyum og í føroyska samfelagnum á øllum økjum hesi stívligu 50 árini síðani Trap Færøerne kom út í 1968. Søgan fram til 1968 er kanska ikki so nógv broytt, men søguskrivingin hon  er tað.

Fólkatalið er eisini voksið munandi hesi árini og fleiri demografisker broytingar eru hendar. Vinnulívið  er ikki tað sama, ei heldur vegakervið og telefonkervið, fyri ikki at tosa um  alt tað, sum er hent  í landsumsitingini, á heilsuøkinum og á almannaøkinum. Tað sama er hent við undirvísing, gransking og á mentanarøkinum. Føroysk mentan hevur av álvara farin at blóma á mestsum øllum økjum hesi 50 árini, sum farin eru síðani Trap Føroyar kom út seinast. Føroyar eru stutt sagt ikki tær somu í 2020, sum tær vóru í 1968.

Landið er vorðið broytt, vit eru vorðin ríkari, men alt er eisini vorið meira samansett og globaliserað. Ferðavinnan hevur vundið upp á seg, og sett síni krøv. Føroyar eru nú eisini vorðnar kendar fyri sína matmentan og sína matstovuvinnu og er eisini komið á heimskortið  hesum viðvíkjandi.

Tað verður ein áhugaverd uppgáva at savna allar góðar kreftir í hesum landi  fyri at seta orð  bæði á tað, sum var áðrenn 1968 og alt tað, sum er komið aftaná – at geva landið okkara stutt, greitt og satt hold í eini konkretari handbók sum kemur at verða hent hjá øllum.

Vitanarstøðið í landinum er nóg økt síðani 1968. Tað krevur stóran kunnleika at kunna skriva stutt og greitt og fáa  alt tað, sum hevur týdning, við men í dag hava vit eisini nógv fólk, sum kunnu gera hetta.

Alt tað redaktionella liggur frammanundan í føstum rammum, so her skal lítið ella einki uppfinnast av nýggjum, tá tað um útgávuna ræður. Her koma vit til skorðin klæðir. So skjótt sum fíggjargrundarlagi er komið upp á pláss verður farið undir at skipa fyri, hvat innihaldið skal verða og hvussu struktururin í bókini skal vera, og hvør skal skriva.

Mentamálaráðið og løgtingi hevur longu tikið undir við ætlanini, og vónandi fara okkara vinnulívsfólk eisini at gera sítt til at henda handbókin kemur út í nýggjum og dagførdum hami. Her kemur alt at gera mun bæði í verki og symbolskt við.

 

Um Trap

Tað var danin Jens Peter Trap sum í 1856-60 fekk í lag ta fyrstu útgávuna av tí, sum kom at verða nevnt Trap Danmark.  J. P. Trap var kabinettskrivari hjá Fríðriki 7. Kongurin stuðlaði eisini teirri fyrstu útgávuni. Hetta stóra fekk er síðani tá komið út í 5 útgávum. Føroyar hava verið umrøddar í Trap frá byrjan. Í 1968 kom Trap Fæøerne sum ein bók fyri seg..

Frá 2014 og fram til 2021 verður arbeitt við at geva út eina 6. útgávu av Trap. Verkið í síni heild kemur at telja 34 bind, umframt ta teldutøku útgávuna.  Afturat hesum koma 98 bøkur lutaðar sundur,  sum bøkur fyri einstakar kommunur.

Harafturat er ætlanin at ein Trap Grønland og ein Trap Føroyar eisini skal koma út av nýggjum.

Umframt ritstjórn, fakligt ráð eru 35 fólk í starvið hjá Trap Danmark.  Trap Danmark er fíggja av ymiskum grunnum og frá vinnulívinum við 160 milliónum krónum. Hartil kemur so sølan sum liggur um um 30 milliónir.

Pengar eru ikki settir av til eina Trap handbók um Føroyar. Roknað verur við. at føroyingar sjálvir eru sinnaðir til at gjalda sín part. Hinvegin eru bestu útlit til, at danskir grunnar eisini fara at lata bróðurpartin av tí, sum bókin kostar, um áhugin vísir seg at verða nóg stórur í Føroyum at fáa Trap Føroyar út av nýggjum..

Rokna verður við at eini 150 fakfólk  koma at verða knýtt at Trap Føroyar, hetta verða fólk sum arbeiða á føroyskum stovnum og verkum, men eisini onnur koma at verða knýtt at arbeiðinum.

Høvuðsritstjórar fyri Trap Føroyar koma at verða Niels Elers Koch, professari, sum er ábygdarritstjóri fyri øllum Trap bókunum og Jóan Pauli Joensen, professari.

Sí eisini: www. trap, dk

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni