Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins leikari spælir ikki fyrstu umførini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.01.2020 - 22:23 Ítrottur Tíðindi

Dyggur smeitur fyri KÍ nú tað er greitt, at ársins leikari og toppskjúttin Jóannes Bjartalíð skal undir skurð.

23 ára gamli Jóannes Bjartalíð bleiv valdur til ársins leikara í Føroyum og hjá KÍ í 2019. Hann var leikarin, sum skoraði nógv flest mál í toppdystunum (9). Tilsamans skoraði hann 18 mál og hevði 7 upplegg. Eisini var 2019 árið, har Jóannes fekk sínar fyrstu A-landsdystir, har hann fleiri ferðir var valdur til dagsins leikara. Talan er eisini um leikara, sum næstan altíð hevur verði tøkur síðstu árini. Síðani hann byrjaði at spæla við besta liðnum í 2015 hevur hann spælt 133 av 135 landskappingardystum sambært FaroeSoccer.

 


Fekk brot í fyrsta dystinum í 2019

Jóannes Bjartalíð fekk ein skaða í hondina í fyrsta landskappingardystinum í 2019. Eftir nærdyst við HB-leikara endaði hann uttanfyri síðulinjuna, har einki graslíkið var um ta tíðina. Eitt brot kom í armin, sum ongantíð er blivið í ordan aftur. Jóannes valdi tó at útseta møguliga skurðviðgerð ella at ganga við gipsi til eftir kappingina. Hann spældi við einum bindi um hondina alt kappingarárið. Eftir landsdystirnar í november skuldi hann til lækna og har vóru boðini, at hann skuldi hava armin/hondina í gipsi fram til fyrst í januar. Men nú í januar vístu úrslitini frá myndunum av brotinum, at brotið framvegis var har, og tað fær álvarsligar avleiðingar fyri Jóannes í hesum kappingarárinum.

 


Missir fyrsta partin av kappingini

Jóannes Bjartalíð váttar fyri Norðlýsinum, at hann skal undir skurð í februar ella mars mánaða. Hann veit ikki, hvussu leingi hann skal binda frið eftir tað, men vit tosa í øllum førum um eini tveir mánaðir og hann missir undir øllum umstøðum fyrstu dystirnar í landskappingini. Jóannes K. Danielsen spældi við líknandi broti í fjør, men fór undir skurð síðst í november. Hann segði við Portalin, at hann kundi venja við í januar uttan kropssamband við aðrar leikarar, men ikki spæla saman við viðleikarum fyrr enn í mars, sum er áleið tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina. Um vit siga, at Jóannes Bjartalíð skal hava eins langan steðg uttan at spæla, so spælir Jóannes Bjartalíð ikki aftur fyrr enn síðst í apríl. Hann missir tá tað mesta av fyrsta triðinginum av kappingini. Men sum nevnt áðrenn, so hevur Jóannes enn ikki verði undir skurð og heldur ikki fingið at vita, nær hann kann spæla aftur. Norðlýsið fylgir gongdini, tá KÍ-profilurin veit nakað meir ítøkiligt um, nær hann spælir aftur.

 

Um hann má sita uttanfyri í tríggjar mánaðir, so missir hann hesar dystirnar:

1. mars: HB-KÍ (stórsteypadystin)

8. mars: KÍ-B36

15. mars: NSÍ-KÍ

22. mars: Skála-KÍ

27. mars: Danmark-Føroyar

30. mars: Andorra-Føroyar

5. apríl: KÍ-ÍF

9. apríl: KÍ-EB/Streymur

13. apríl: TB-KÍ

19. apríl: HB-KÍ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík