Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar helst ikki øðrvísi enn fjøldin

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  17.01.2020 - 11:42 Lesarabrøv Tíðindi

Eitt tekst ikki burtur, tað eru orðini hjá heimskenda úrmælinginum: “Lat ikki gleppa tær av hondum, teir møguleikar sum koma á vegin í veruligari krepputíð”!

Ikki so sjáldan hoyrist tikið til: “Typiskt føroyskt”!  - Men er tað nú tað? Er hetta fyribrigdið ikki í londunum uttan um okkum,  ella umboðað í øllum  Evropa, í øllum heiminum, í fjórða viðfangi er spurningurin: “Er hetta ikki bara niðurílagt menniskjuna”? Er nakar undantikin?

Stóri bretski heimsspekingurin Bertrand Russel, eigur orðini: “Napoleon øvundaði Cæsar og Cæsar Alexander tí Stóra – sum helst øvundaði Herkules, sum ongantíð hevur livað”!

Úr dali á tindin
Føroyski búskapurin hevur verið og er enn  í ávísan mun átøkur føroyska veðrinum, sera skiftandi, framvegis knýttur at nøgdini, sum fæst úr havinum  við aling ella fiskivinnu á víðum havi. Skiftandi prísir og nøgdir, gera seg altíð galdandi. Áhugin hjá íleggjarum er m.a. spurningur um, hvat loysir seg og eisini knýttur at útboði og eftirspurningi fyri úrslitini. Eisini hava vit sæð, fyri at geva fólki arbeiði.  

Í seinasta løgtings-samgonguskeiði varð ætlað ein fiskivinnukolvelting – revolutión – sum helst ikki varð nóg væl fyrireikað og gav vinnuni og samfelagnum sera ótrygg viðurskifti. Var ikki gjørd í samráð við vinnuna og við teimum treytum, sum skiftini altíð hava verið í føroysku vinnusøguni.  Hetta fer eisini fram í londunum uttanum okkum.  Eg fór tí aftur eftir bókini, sum eg læs fyri nøkrum árum síðani: “A. P. Møller –og den danske oliehistorie” av Morten Hahn-Petersen og fari eg at endurgeva onkurt smábrot úr henni.  

Tjóðskaparalskur, áræði og fíggingarmøguleikar
Um 1960, tá lagt varð til brots, verður sagt: “Skibsreder A. P. Møllers brev til Viggo Kampmann, står således i naturlig forlængelse af et livslangt og stærkt nationalt engagement, som tidligere havde fået ham til at bringe betydelige økonomiske ofre for at fremme den nationale sag. I det konkrete tilfælde må vurderingen af skibsrederens interesse, som allerede nævnt, dog ses på baggrund af den viden, som han på det tidspunkt kunne have om det kommercielle aspekt ved at påtage sig olieboring i Danmark. I denne sammenhæng må flere faktorer belyses, nemlig:

  • Skibsrederens per-sonlige erfaringer med olievirksomhed
  • Risiko og omkostning ved olieboring
  • Muligheden for at gøre kommercielt udnyttelige fund i Danmarks undergrund og endelig
  • Situationen på det internationale oliemarked, hvis prisnevau ville være afgørende for, om investeringerne kunne forrentes i tilfælde af et kommercielt fund.”

Týskland lá tá frammarlaga at fara inn í oljuvinnuna í Danmark,  tað var tí ein lætti fyri danir og danskar politikarar til høgru og vinstru, at A. P. Møller, tók sær av hesum og beyð sær til at fara til verka, eisini tí, at tað var einasta felag í Danmark, ið var nóg peningasterkt og at teir vildu fara í holt við oljuboringina av tjóðskaparligari (nationalari) ábyrgd.

Tá skilaleys  tøl  flúgva í allar ættir

Soleiðis eru treytirnar, tú satsar við risiko, gert stórar ivasamar íløgur, men framburðshugsjónin elvir til og troðkar á. – Teir løgdu á og tordu!

Tíðin gongur og A.P. Møller hevur hepnið við sær, gjøgnumførdir og dugnaligir,  oljan er har, tað sær út til, at íløgurnar byrja at loysa seg, og síðani sær út til, at felagið, hevur avlop og avlopini økjast, sum árini ganga.

Nú  tað fer at eydnast, byrja álopini og ákærnar, nú konsolideringin og upphæddir til komandi íløgur, skulu fótafesta  oljuboringina,  hesar ákærurnar, sum nátúrliga fyrst spretta á vinastravonginum fyrst 

Eindarlistanum, har m.a.  Frank Aaen, sigur at Norðursjóvar-oljan hevur kostað Danmark 76 mia. krónur ávíst tíðarskeiði. Álopini fara úr vinstru inn móti miðjuni og fara enntá um miðjuna og frá donsku fjølmiðlunum og øðrum – og kanska frá minni kvalifiseraðum - flúgva tøl av øllum handa slagi úr øllum ættum um oyruni á dønum, dokumenterað, sum ódokumenterað, mong hava meining, sum teimum nú best lystir.

Inntil danska A. P. Møller-Mærsk, stjórnin, er troytt av, at partar av fjølmiðlunum flóta við skeivum upplýsingum og tølum um, hvat felagið rindar í skatti. 

Í einum tíðindaskrivi  vísir A. P. Møller felagið m.a. á, at teir bara  í 2010 rindaðu 26,2 milliardir krónur í ymiskar almennar skattakassar – sum samsvarar við 48% av úrslitinum áðrenn skatt. – Hetta er partur av svarinum hjá felagnum til álop, sum hava verið í donskum fjølmiðlum.

“Er hetta typiskt danir – ella”! Nei hetta er helst niðurílagt, at “hini hava fingið ov nógv og eg kundi hugsa mær tað, sum hini hava sveitta fyri og fingið úrslit av, hóast ongin íløga varð framd og enn minni nakrir tankar um tað”!

Tey tóku av møguleikunum røttu tíðina í 1990unum
Flyta vit okkum so fram 30 ár til fyrst í 1990unum  í føroysku fiskivinnuna, aftaná Føroyar vóru farnar á húsagang, landskassin, kommunur, peningastovnar, vinnan á sjógvi og á landi og var “uppbundin av” lutvíst danskari og føroyskari ráðgeving, av “finansiel stabilitet” v.m.,  skipini vórðu løgd,og um tað ikki var nóg mikið, kom hóttanin um “flakavirkið skuldi í Mølposen” so læsast, og so hús og heim, niðurskrivað niður um helvtar virðir. – Hetta var eftir at vit øll høvdu notið gott av 1980unum.  Nú kom broytingin við ivasomum átøkum!

Tá satsað veður og hópin av peningi verður brúktur uppá ivvasamar íløgur, er kosturin vanliga ein av tveimum, antin endar tað í hóttafalli men møguleikar kunnu eisini verða fyri at tað gevur gylt. A. P. Møller-Mærsk riðu á gevandi alduni, teir vóru djarvir, dugnaligir og nærlagdirHer byrjar nýggja vinnulívssøgan, har alingin í Føroyum, fiskivinnan í Klaksvík á sjógvi og á landi saman við fakfeløgum og privatum av nýggjum brettur upp um armar.  Tó hevði p/f  J. F. Kjølbro  longu tá selt saltfiskatrolaran, “Sjúrðarberg”, til Havnar í 1978, tí felagið var ivasamt um framtíðar útlitini,  har Mortan Johannesen, (Mortan hjá Kaj) við sínum hepni, ágrýtni og dugnaskapi legði lunnar undir tað dygga virksemið, hann og hansara hava ídag. – Hesar vóru treytirnar men við treytunum funnust møguleikar sum løgdu lunnar undir, at skipini og loyvini annars vórðu varðveitt í Klaksvík og komu skjótt undan kreppuni. – Hetta eru úrslitini,  sum gjørdust góð og betri enn mangur væntaði – m.a.búskaparfrøðingar – úrslitini sum mangan eru álopin av øðrum pørtum. 

Stóðu saman í neyðartíðum
Klaksvík var sera illa fyri sum  onnur øki í landinum, helst verri fyri, arbeiðsloysið var størst og heimini knógvaðu dimiliga undir tungum byrðum , landskassin var farin á húsagang og Landsstýrið ynskti tí at spæla við vøddunum yvirfyri bæði vinnulívi og sanniliga eisini yvirfyri Klaksvíkar býráði fyri at staðfesta sína “innbiltu máttmiklu” støðu, og embætismenninir hildu seg sanniliga ikki aftur.

Nú komu bæði nýggir og eldri aktørar inn í myndina, bankarnir lógu við hópin av skipum og fiskiloyvum, sum ongin áhugi var fyri, ongin hættaði sær at undir at fara til verka í hesum døpru tíðum . Tá tóku reiðarar, skiparar, stýrimenn, maskinmeistarar og aðrir sjómenn í Klaksvík seg saman. Nógvir fundir vórðu hildnir ymsastaðni m.a. á býráðsskrivstovuni, hóast, at kommunan hevði ongar pengar at seta í, og kommunan hevur gjøgnum árini ongantíð verið inni í vinnulívinum. Men her funnust aðrir, ja, nógvir aðrir brandir ið tóku ábyrgd.

Tá peningastovnarnir í 1990unum í neyðartíðum lógu inni við ótal av fiskiloyvum, skipum, sum ongin vildi hava og flakavirkini vórðu hótt við at verða læst, vóru tað tey í Klaksvík, ið tóku av at gera sera ivasamar íløgur. Dirvið og arbeiðssemið legði grundarlagið undirfyribils 30 ára framgongd.Fakfeløgini, serliga arbeiðsmannafelagið við Niclas Johannesen -  “rættur maður til røttu tíð” -   á odda vóru til dystin fús, Arbeiðskvinnu- handverkara- og handverksmeistarafelagið, Norðoya Sparikassi, Norðoyagrunnurin  o.o.  og gingið var hús úr húsi fyri at fáa flakavirkið aftur í gongd, har Jóhan Páll Joensen við felagnum Maru, sum eisini setti í  var fyrsti leiðari og Niclas Johannesen, formaður, í nevndini og seinni hevur tað eisini skift hendur,  men hevur stórt sæð verið opið síðani.

Her vóru so nógvar hendingar, so mong skilafólk uppií, sum ikki eru pláss fyri at útdýpa her, sum kanska tilber at taka upp eina aðra ferð.

Lítil  munur - danska oljan 1960 
Og føroyska  fiskivinnan 1990
Føroyska samfelagið var alt sum tað var ovurhonds fegið um, at tað vóru tey, sum tordu, sum tóku ábyrgd, settu út í kortið og vitstu, at hetta kom at verða ein trilvan komandi árini – og tað varð tað sanniliga! – Men sum fráleið bragdaði, eisini tí, at fiskamangið øktist nátúrliga!

Seinastu árini hava – eins og hjá heimsfevnda dygdarfelagnum A. P. Møller-Mærsk  – ákærurnar duna í KVF, í tabloidpressuni á sosialu miðlum, tøl og tons, niðurgerðandi søgur um útlendskan kapital, um hvussu vinnan hevur havt ófantalig avlop, eisini frá fólki, sum ikki hava sett eina krónu í vinnuna og heldur ikki kundu hugsa sær at seta pening í, samstundis, sum mentanarlívið  o.o. hava fingið dyggan stuðul bæði beinleiðis og óbeinleiðis frá vinnuni, hevur partur av mentanarfólkum ikki hildið seg aftur við niðrandi og bíligum álopum. – Størri  avlopini vóru tess tygnri ákærur.

Heimsfevnt og niðurílagt
Tí fari eg at enda við hesi niðurstøðu, nú tvey dømi eitt danskt og eitt føroyskt, sum pláss varð fyri, eru nevnd, at: “Føroyingurin er ikki øðrvísi enn fjøldin”, “Tað er ikki typiskt føroyskt”, ikki  “typiskt danskt”, “hetta er bara heilt vanliga altjóða niðurílagt menniskjuna”!

Eitt tekst ikki burtur, sum vert er at byggja á, sum  úrmælingurin, heimskendi konservativi bretski foræstisráðharrin, sum tók um endan í døprum tíðum, Winston Churchill, segði: “Lat ikki gleppa tær av hondum, teir møguleikar, sum koma á vegin í veruligari krepptíð”!

Læra vit so av hesum? Nei! – Søgan endurtekur seg, men vit læra ikki av henni.

Fari at ynskja okkara víðfevnda vinnulívi eitt gott og gevandi 2020 og at avlopini til rakstur, íløgur, konsolidering, tá hóttafallini koma, standa mát til gagns fyri land og tjóð okkara! Soleiðs livir og yvirlivir tjóðin! – Og so vælkomin og góðan byr “Klakkur” og bestu ynski fyri “Jákup B” við endurnýggjanini og skiftinum, sum er komið.

Á tjúgunda degi 2020.
Jógvan við Keldu

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…