Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skála skúli á kt-stevnu í London

SKRIVAÐ: Skála Skúli  |  20.01.2020 - 14:43 Mentan Tíðindaskriv

Í morgun eru fýra 7. floksnæmingar úr Skála skúla farnir til London saman við tveimum lærarum. Tey eru úrvald at vera við á stóru kt-stevnuni British Educational Training and Technology Show, stytt BETT.

Næmingarnir á Skála hava í vetur arbeitt við einari samstarvsverkætlan, sum Nordic Craft hevur skipað fyri.

Endamálið er at fáa hugskot og finna loysnir á gerandisligum og veruleikakendum avbjóðingum.

Í hesi verkætlan hevur føroyski flokkurin arbeitt saman við einum norskum flokki undir tvítýðuga evninum “Klima (u)smarte forældre”, har næmingarnir skulu stuðla upp undir at foreldrini hugsa um umhvørvið og at tey verða meira umhvørvisvinarlig.

Á kt-stevnuni í London fara næmingarnir á enskum at leggja fram partar av verkætlanini á einum stórum palli fyri øllum teim møttu.

Nordic Craft er ein norðurlendsk verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar. Í Føroyum er tað Nám, ið samskipar Nordic Craft. Meira kann lesast um verkætlanina her: https://www.craft-it.dk/about-nordic-craft

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið