Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Vit arbeiða miðvíst við at menna eldratænasturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2020 - 21:02 Politikkur Tíðindi

- Síðani Føroya Løgting í 2015 legði eldraøkið út til kommunanna ábyrgd og umsiting, hava kommunurnar í Norðoyggjum í felag gjørt eitt ógvuliga miðvíst arbeiði fyri at menna eldratænasturnar, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) veitir eldri borgarunum her í økinum, sigur Jógvan Skorheim, stýrisformaður.

Tað eru nú 5 ár síðan, og hevur Norðlýsið nýtt hetta høvi til at spyrja Jógvan Skorheim, stýrisformann í NBH,um hvørji mál eru rokkin, framtíðarætlanir o.s.fr. Í blaðnum 15. januar var longri samrøða við borgarstjóran, sum vit her endurgeva partar av.

Eldraøkið varð 1. januar 2015 lagt út til kommunurnar at umsita, og settu kommunurnar í Norðoyggjum tá á stovn javnbjóðis eldrasamstarvið Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH), hvørs ovasta leiðsla er eitt stýri, ið er mannað við borgarstjórunum úr øllum kommununum í Norðoyggjum, umframt seks býráðslimum úr Klaksvíkar kommunu.

Ein væl fyrireikað tilgongd
- Nakað av tí fyrsta, sum vit í stýrinum fyri NBH samtyktu, var, at vit ikki skuldu gera tær stóru broytingarnar beinanvegin, men heldur skuldu læra alt økið at kenna fyrst, áðrenn møguligar broytingar vórðu gjørdar, sigur Jógvan Skorheim.

- Tó samtykti stýrið rættiliga skjótt, eftir ynski frá Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra, at seta ein fakligan samskipara og á tann hátt at raðfesta fakliga menning, har uppgáva samskiparans m.a. er at arbeiða við menning av tænastunum, menning av starvsfólkum, savna hagtøl o.s.fr.

- Síðani varð farið undir umfatandi kanningararbeiði fyri at læra økið at kenna. Kanningararbeiðið byrjaði við dialogfundum og umfatandi nøgdsemiskanning , har brúkarar, avvarðandi og starvsfólk fingu høvi at siga sína hugsan um eldraøkið, og eg má siga, at tað var ógvuliga lærandi og áhugavert fyri meg sum stýrisformann at luttaka í hesi tilgongd, har vit fingu høvi at hitta fleiri av starvsfólkunum hjá NBH, sum við sínum drúgvu royndum og vitan høvdu nógv viðkomandi upp á hjarta, sigur Jógvan Skorheim, sum sjálvur var ein virkin partur av hesi tilgongd.


Visjónin setur kósina

Úrslitini av nøgdsemiskanningini, sum eisini kunnu síggjast á heimasíðuni www.nbh.fo, góvu eitt gott grundarlag fyri at orða eina visjón fyri NBH, sum er soljóðandi:

“NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.”

- Umframt hesa yvirskipaðu visjón varð eisini ein meira ítøkilig strategi løgd fyri menningina av tænastunum hjá NBH.


Arbeiða miðvíst við at menna

- Síðani Føroya Løgting í 2015 legði eldraøkið út til kommunanna ábyrgd og umsiting, hava kommunurnar í Norðoyggjum í felag gjørt eitt ógvuliga miðvíst arbeiði fyri at menna eldratænasturnar, sum NBH veitir eldri borgarunum her í økinum, og eg síggi fram til – saman við stýri, leiðslu og starvfólkum – at virka fyri at fremja enn fleiri av hesum ætlanum, til frama fyri tey eldru her í økinum, sigur Jógvan Skorheim, formaður í stýrinum fyri NBH.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…