Starvslønir og íverksetarastuðul latin
Mentanargrunnur Landsins hevur nú latið starvslønir fyri í ár, og hartil eisini tríggjar íverksetaralønir. Men tørvurin var meira enn tíggju ferðir størri, enn peningur var til. Søkt var um yvir 40 milliónir, meðan grunnurin einans hevði góðar tríggjar milliónir at lata.
Tær stytstu starvslønirnar, ein mánað, síggja serliga út til at vera farnar til týðing og sjónleik. Tríggir sjónleikarar, tríggir týðarar, ein rithøvundur og tveir tónleikarar fáa starvsløn í ein mánað. Tónleikurin fyllir mest millum 2-mánaða starvslønirnar; her fáa tríggir tónleikarar og tveir dansarar starvsløn, eins og ein einstakur týðari eisini er í hesum bólkinum.
Flestu umsøkjarar fáa starvslønir í 3 mánaðir. Her eru fleiri rithøvundar og tónleikarar at finna, og tilsamans fáa 5 rithøvundar, 7 tónleikarar, ein myndlistamaður, ein vevlistarkvinna, ein týðari og ein dokumentarfilmsleikstjóri tríggja mánaða starvsløn. Úr rúgvuni kunnu vit nevna, at eitt nú norðoyingarnir Óli A. Reinert á Geilini, Rani Nolsøe, Zacharias Hammer og Hanni Bjartalíð eru at finna í hesum bólki.
Fimm starvslønir verða latnar í ½ ár. Her er tað blandað millum mentanargreinar; ein rithøvundur, tveir tónleikarar, ein innan film og ein myndlistamaður fáa starvsløn í hálvt ár. Og so er tað størsta starvslønin, ið er í eitt ár, og hana fær Arnbjørn Dalsgaard, ið er rithøvundur.
Afturat starvslønunum hevur grunnurin gjørt av at lata trimum fólkum íverksetarastuðul. Hann verður kristiliga býttur út á 75.000 krónur í part, og her eru tað ein dansari, ein tónleikari og eitt myndlistafólk, ið fáa. Niðast í greinini er yvirlit yvir nøvnini á øllum, ið fingu hesa ferð.
Sum nevnt varð ikki eingong gjørligt fyri grunnin at játta 10% av umsóknunum, men ein góður triðingur av umsøkjarunum fær kortini. 117 umsøkjarar søktu um 40½ millión, og grunnurin læt so 3.350.000 til 40 umsøkjarar.
Tey, ið manna Mentanargrunn Landsins og luta út, eru Ingun í Skrivarastovu, forkvinna; Annfinnur Heinesen, næstformaður; Gulla Øregaard, Sunnuva Bæk og Leif Hansen.
Fult yvirlit yvir tíðarskeið og umsøkjarar, ið fingu játtað stuðul, er her:
1 ár:
Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur
6 mánaðir
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
Jón Sonni Jensen, myndlist
Niclas Johannesen, tónleikari
Rógvi á Rógvu, tónleikari
Tórfinnur Jákupsson, filmur
3 mánaðir:
Guðrið Hansdóttir, tónleikari
Hanni Julius Bjartalíð, myndlist
Heðin Ziska Davidsen, tónleikari
Hugin Eide, týðari
Ingun Christensen, rithøvundur
Jensina Olsen, tónleikari
Kristian Blak, tónleikari
Margit Baadsager, rithøvundur
Mattias Kapnas, tónleikari
Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur
Óli A. Reinert á Geilini, rithøvundur
Poulina Jóanesardóttir, vevlist
Rani Nolsøe, tónleikari
Steffan Stumann Hansen, rithøvundur
Sunleif Rasmussen, tónleikari
Zacharias Hammer, heimildarfilmur
2 mánaðir:
Jón Aldará, tónleikari
Ines Jørgensen, týðari
Leivur Thomsen, tónleikari
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, dansur
Rúna Volmersdóttir Højgaard, dansur
Theodor Kapnas, tónleikari
1 mánaður:
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari
Edvard S. Olsen, týðari
Eli Tausen á Lava, tónleikari
Elin Michelsen, rithøvundur
Jákup Dahl, sjónleikari
Kári Sverrisson, tónleikari
Mariann Hansen, sjónleikari
Martin Schurholz, týðari
Sanna A. Dahl, týðari
Íverksetarastuðul, 75.000 krónur í part:
Jana Jonhardsdóttir, myndlistafólk.
Rúna Volmarsdóttir Højgaard, dansari.
Terji Rasmussen, tónleikari.