Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat høvdu føroyingar verið uttan fugl, fisk og SEYÐ?

SKRIVAÐ: Eva úr Dímun  |  06.02.2020 - 17:07 Poddar Mentan

Eva úr Dímun

(seyða)Bóndi

Segði tú seyð??

Jú, muður mælir tað, hjarta er fult av!!

Hvat høvdu føroyingar verið uttan fugl, fisk og SEYÐ?

Hvat er tað, vit føroyingar kring oyggjarnar hava havt sum álit í øldir? Sjógv og SEYÐ.

Hvat er tað, sum fær allar rættar føroyingar at ressast og tysja út á bygdir og útoyggjar um heystarnar? SEYÐUR

Seyðurin er ein grundleggjandi og óloysandi partur av okkara samleika sum føroyingar.

Seyðurin hevur í øldir hildið lív í mongum føroyingi. Huff, eg kann blíva við.

Jú meira eg arbeiði við og kenni til seyð, tess størri virðing kenni eg fyri hesum ófatiliga raska, sterka, djarva, vakra, góðsliga og ekstremt úthaldandi kríatúri, - føroyska seyðinum.

Áhh, dett tilfeingi. Eitt er føðin, vit fáa frá seyðinum, annað er ullin og skinnini. Tilfeingið, sum hava hildið føroyingin heitan gjøgnum vetranar.

Ei undur í, at vit vilja geva okkara bestu eitt plagg úr allarbesta tilfari, -GÓÐARI FØROYSKARI ULL!!

Tað var í einum slíkum tankameldri, eg og maður mín avgjørdu, at vit vildu fáa seyðaskinn til sættis.

At skinnini halda seyðin heitan í øllum teimum ekstremu umstøðum, sum føroysku árstíðinar hava at bjóða, sigur okkum, at hetta er eitt einastandandi tilfeingi.

Hetta vóru grundgevingarnar, sum fingu okkum í gongd. Vit keyptu maskinur úr niðurlagda garvarínum Vilma í Sandavági.

Tað skuldi skjótt vísa seg, at føroyingar tóku sera væl ímóti okkara garvaðu skinnum, so tað hevur verið og er hugaligt arbeiðið.

Ofta mælir muður, og ikki fylgir hugur.

Lat hetta ikki bert verða eina mótabylgju, men lat okkum halda á at brúka hetta tilfeingi. Lat okkum, hvør í sínum lagi, binda burturúr hesi fantastisku ull. Lat okkum garva, hvør í sínum lagi, garva eitt ella tvey, sjey ella hundrað skinn.

Tað skal verða við góðum handverki úr farnum tíðum, vit klæðst betri til framtíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum