Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunal útjavning hevði givið eitt rættvísari býti

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  10.02.2020 - 06:48 Politikkur Tíðindaskriv

Vit skulu hava eitt rættvísari býti av virðunum í samfelagnum. Ikki bara millum inntøkubólkar men eisini millum økir í landinum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning um kommunala útjavnan.

Summar kommunur hava stórar kvotur knýttar at økinum. Aðrar hava so at siga alla av- og áskipan av farmi. Summar hava borgarar, sum hava høgar inntøkur, og fleiri fyritøkur við nógvum virksemi. Aðrar hava nógvar pensjónistar og fleiri útisiglarar.

 

-    At tað er munur á, hvussu økini í landinum eru fyri fíggjarliga, er ein sannroynd. Hetta er eisini komið til sjóndar í sambandi við, at eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar. Meðan summar kommunur ella kommunueindir megnaðu at lofta uppgávuni, hava aðrar havt tørv á serskipanum fyri at fáa viðurskiftini at hanga saman fíggjarliga. Tænastustøðið verður tí nógv tangt at missjøvnu inntøkunum kommunurnar hava, sigur Jóhannis Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og leggur afturat, at útgangstøðið tó eigur at sammetast í mun til sama inntøkuskattaprosent.

 

Jóhannis Joensen heldur, at ístaðin fyri at gera fleiri ósamanhangandi serskipanir fyri tær kommunur, sum ikki megna at lofta ávísum uppgávum fíggjarliga, eiga vit at gera eina kommunala útjavningarskipan, sum tekur hædd fyri teimum viðurskiftum, sum serliga gera seg galdandi her á landi.

 

-    Serliga stórur munur sæst á kommununum, sum hava reiðarí í økinum, sum hava stórar kvotur og harvið stórar inntøkur atknýttar. Við nýggjastu broytingunum í fiskivinnuni, verður fiskivinnan savnað á heilt fáum hondum í fleiri ár framyvir, og tí er tíðin komin til, at vit aftur taka hetta málið upp til viðgerðar, heldur Jóhannis Joensen og leggur afturat:

-    Soleiðis vildu vit til eina og hvørja tíð tryggjað okkum, at einki øki í landinum dragnar afturúr í menningini her á landi, og at virðini verða býtt javnari millum fólkið. Bý og bygdarráð vilja tó altíð sita við raðfestingarrættinum í økjunum, men við eini útjavning er inntøkugrundarlagið rættvísiari kring landið, sigur hann.

 

Føroyar eru einasta land í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan. Nú skal Jørgen Niclasen svara javnaðartingmanninum, um hann heldur tað vera skilagott at seta eina tílíka skipan í verk her heima. Eisini skal hann svara, um hann ætlar at gera eina serføroyska skipan, og um hann heldur, at ávísar treytir eiga at fylgja við eini slíkari útjavningarskipan. Fyrispurningurin skal svarast innan 10 yrkadagar.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Lýsing