Lýsing
Lýsing
Lýsing

Edva Jacobsen spyr um veiðiloyvið hjá Atlantsfarinum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  11.02.2020 - 12:16 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin 12. februar, at seta Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein munnligan fyrispurning um veiðiloyvið hjá Atlantsfarinum

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1.    Hvør er grundgeving hjá Fiskimálaráðnum at taka málið um veiðiloyvið hjá Atlantsfarinum aftur úr Rættinum?

 

2.    Hvussu ber tað tá til, at loyvi hjá Atlantsfarinum verður tikið aftur í mars 2016, sjálvt um eigarar og nevnd í Atlantsfarinum skriva undir eina tro & love váttan, sum sigur, at øll viðurskifti viðvíkjandi útlendskum kapitali eru sambært galdandi lóggávu?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, at Fiskimálaráðið er dømt at gjalda endurgjald fyri at taka veiðuloyvið frá P/F North West Pelagic, sum átti uppsjóvarskipið Atlantsfari í 2016. Endurgjaldið verður tí fyri 4 ár.

 

Í desember 2015 undirskriva eigarar og nevnd í Atlantsfarinum eina tro & love erklæring, sum sigur, at øll viðurskifti viðvíkjandi útlendskum kapitali eru sambært galdandi lóggávu.

 

Í august 2019, stutt fyri løgtingsvalið, avgjørdi Fiskimálaráðið at kæra málið um veiðiloyvið hjá Atlantsfarinum til Landsrættin. Í næstseinastu viku avgjørdi Fiskimálaráðið at taka málið um veiðuloyvið hjá Atlantsfarinum aftur úr Rættinum.

 

At enda sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at tað hevur gingið væl hjá uppsjóvarvinnuni og roknast má tí við, at endurgjaldið verður stórt fyri landskassan.

 

Sostatt hevur tað týdning at vita, um Fiskimálaráðið hevur umsitið málið best møguligt og at tryggja, at teir feilir, sum kanska eru gjørdir, ikki endurtaka seg. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni