Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin herskylda verður í Føroyum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.02.2020 - 08:29 Politikkur Tíðindi

Føroyingar hava ongantíð í søguni verið undir danskari herskyldu, og tað fara teir heldur ikki í framtíðini. Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt undir orðaskiftinum um danska herskyldu í løgtinginum seint seinnapartin í dag.

Føroyingar hava ongantíð í søguni verið undir danskari herskyldu, og tað fara teir heldur ikki í framtíðini. Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt undir orðaskiftinum um danska herskyldu í løgtinginum seint seinnapartin í dag.

Danski fólkaflokkurin legði herfyri uppskot fram á fólkatingi um, at bæði føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu. Sama uppskot frá sama flokki um føroyska og grønlendska herskyldu fall á fólkatingi í 2016.

“At ein einstakur danskur andstøðuflokkur leggur fram uppskot um at broyta reglurnar á økinum hevur ikki við sær, at danska stjórnin gongur hesum ynski á møti. Um tað skuldi komið so langt, so ivist eg ikki í, at landsstýrið verður partur av viðgerðini á hesum týdningarmikla øki", væntar Bárður á Steig Nielsen.

Sambært heimastýrislógini verða hernaðarviðurskiftini í Føroyum flokkað sum felagsmál, ið danir sita fyri. Føroyingar verða tiknir upp á ráð í verjumálum sambært Fámjinskjalinum, sum varð undirskrivað í 2005.

Samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær størri innlit í og ávirkan á øll uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar.

“Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í einari góðari legu í løtuni. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi við Danmark, har partarnir virða hvør annan og samstarva væl, og tí eri eg sannførdur um, at landsstýrið bæði fer at fáa størri innlit og størri ávirkan á øll uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál í framtíðini,” sigur løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…