Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Yvirvaksin” smolt av Strond

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.02.2020 - 21:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var ein ikki sørt errin Rógvi Jacobsen, stjóri á heimsins størstu smoltstøð, ið sum kunnugt er á Strond í Klaksvík, sum í dag kundi avskipa 70.000 smolt  á, ikki minni enn 850 gram, til alubátarnar Stígabrúgv og Víking.

Tað hevur gingið við rúkandi ferð á Strond líka síðani fyrsti spakin var settur í her. So hvørt sum bygt hevur verið, hevur smoltalingin verið fyrireikað og hevur tikið seg upp. Hóast enn ikki er liðugt at byggja, so veitir Smoltstøðin á Strond aliringunum hjá Bakkafrost longu smolt og tað er ikki hissini smolt.

Veitingin út av húsinum gekk skjótt í dag. Norðlýsið var inni á Smoltstøðini á Strond í dag og fekk møguleikar at fylgja avskipingini. Smoltini blivu fraktað  av Strond til aliringarnar við Leitið norðuri í Hvannasundi.

Sum sæst á myndunum, so eru smoltini sera stór og hartil væl fyri. Nú skulu tey so norður í Hvannasund á vár og summarbit.

Rógvi Jacobsen greiddi frá, at enn er smoltstøðin tó ikki komin so langt í liðugtgerðini av arbeiðinum og skipan av arbeiðsgongdum at alt sum kemur frá smoltstøðini kemur at viga 850 gram tá tað verður flutt til aliringarnar. “Vit vildu ikki seta smoltið út í Desember í myrkastu tíðini og so bar eisini so á, at veðrið var sera vánaligt í januar og tað sum farið er av februar, tí valdu vit at steðga við at seta hesi smoltini út til nú”.

Vit fingu eisini rundvísing á Smoltstøðini í dag. Avskipingin gekk væl, men Víkingur og Stígabrúgv megnaðu tó ikki at taka alt úr stóra alikarinum har smoltið hevur gingið seinastu tíðina. Vit fingu tí nakrar myndir av tí restini, ið gekk eftir og sum verður avskipað í morgin.

Á rundvísingini vísti Rógvi okkum annars oman á sjógvpumpustøðina uttanfyri sjálva alistøðina, eins og vit eisini vóru inni á slógvstøðini, ið Bakkafrost er við at byggja niðanfyri.

Tað er so, greiður Rógvi Jacobsen, stjóri á Smoltstøðini á Strond frá, at vit inni á støðini flyta nógv vatn runt, tí hava vit eisini brúk fyri køling av stóru vatnmongdini sum vit endurnýta. Eisini er tað so, at smoltið í ymiskum støddum hevur brúk fyri ymiskum hita á vatninum tey liva í. Vit hava brúk fyri at vatnið hjá smoltinum er eitt nú 10 hitastig, 12 hitastig og eisini 14 hitastig. Fyri at halda vatninum niðri á hesum hitastigum, tá tað hevur ferðast nógv ígjøgnum hitaskipanina og biofiltrini, so pumpa vit sjógv inn í ein sokallaðan “varmavekslara” sum kølir vatnið í lukkaðu skipanini á støðini. Hetta ber til, tí vit liggja nær við sjógv, sum alt árið liggur um einar 7 til 8 hitastig. Fyri at smoltið skal vaksa so skjótt og væl sum gjørligt, er umráðandi at tað livir undir eini neyvari hitaskipan og at tað kennir seg væl í vatninum á Støðini.

Vit eru eisini í ferð við at liðugerða bygningin til “slammið” ella avfallið frá smoltframleiðsluni, hetta er bæði slam fra biofiltrunum inni á støðini og eisini avfallið frá smoltunum. Hetta eru ikki smáar nøgdir talan er um, tí eru í hesum bygninginum tríggir brunnar, ið taka um 500 tons hvør. Tá hetta er komið upp at koyra, fer fram ein viðgerð av slamminum í trimum stigum, soleiðis at slammið eftir viðgerðina í hesum bygninginum bert fyllir 10% av tí tað vigaði tá tað kom inn higar til viðgerðar. Tá viðgerðin her er liðug, kunnu vit so senda tey seinastu 10%, sum tá er ein turrur massi til biogasverkið á Skarðshjalla, har tað verður brúkt í gassframleiðsluni.

Endamálið er sjálvsagt at einki dálkandi útlát skal koma frá Smoltstøðini á Strond, sigur Rógvi Jacobsen at enda.

Alt ímeðan vit báðir stóðu og prátaðu, fór Víkingur avstað við fullari last, ímeðan Stígabrúgv legði til lítla atløgupássið í Haraldssundi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna