Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tær góvu lív

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  19.02.2020 - 06:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Mánakvøldið greiddi Rigmor Dam frá á Café Gloria um verkætlanina, hon kallar: “Tær góvu lív” Rigmor Dam vil fegin hava samband við fólk, sum hava vitan um evnið. Eisini fólk, sum hava eina søgu at fortelja.

Rigmor legði út við at siga, at hon í mong ár hevur verið upptikin av hesum kvinnum, sum góvu lív við at lata lív. Meðan minnisvarðar eru reistir og nógv skrivligt tilfar sigur frá sorgarleikum um menn, sum fórust á sjónum frá eftirsitandi konu og børnum, er onki tilfar at finna um hesar mammur, sum doyðu frá manni og børnum í hesi týdningarmiklu uppgávu at eiga børn.

Hetta hevur hon sett sær fyri at gera nakað við, og vónar at kunna birta hugin hjá onkrum at granska víðari í hesum sera víðfevnda evni, sæð út frá so nógvum sjónarhornum s.s.  sosialviðurskifti, seksualviðurskifti, heilsuviðurskifti, familjuviðurskifti o.s.fr.

Hon legði dent á, at arbeiðið er i gongd – tað er ikki liðugt! - Hóast hon longu nú veit nógv meir, enn hon visti, áðrenn hon byrjaði uppá arbeiðið, so veit hon ikki nóg mikið enn, og eggjaði í hesum sambandi fólki, sum vita okkurt um hetta evnið, at seta seg samband við hana.

Í arkivinum hjá statinum hevur Rigmor funnið deyðsváttanir við upplýsingum  um deyðsorsøkir hjá konum á barsilssong, og onkrar av hesum vísti hon uppá á skíggjan.   Áhugaverdur og sterkur lesnaður, sum elvdi til álvarssom andlitsbrá og suff í salinum.

Í fyrilestri sínum vísti Rigmor á, at við at umrøða hesar ungu kvinnur, vekja vit tær onkursvegna aftur til lívs – tær eru hjá okkum í huganum.

Arbeitt verður við verkætlanini í frítíðini, men um alt gongur eftir vild, so eydnast kanska at fáa minnisritið út áðrenn jól. Livst so spyrst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026