Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyski bústaðurin fyrr og nú

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  19.02.2020 - 12:31 Mentan Myndarøð Vinna

Jóan Pauli Joensen, professari, helt í gjár fyrilestur í Betri um føroyska byggisøgu við serligum atliti at sethúsum frá aldarmótinum 1900 til í dag. Hann greiddi frá um byggisnið, innrætting, nýtslu og nýskapan.

Føroyska sethúsið er broytt nógv seinn 100 árini; tó at ymiskt gongur aftur. Fyrstu bústaðarbygningar vóru meira at kalla kroysur við grótlaðaðum útveggum.

Seinni vórðu bróstaveggir gjørdir inni út móti laðingunum og annars fyri at skildra av millum glasstovuna og roykstovuna. Oftast vóru krýatúrini at kalla ein partur av húsinum, sum so eisini góðu hita til húsini og alt annað, sum fylgdi við, so sum luktur.

Í sluppíðini bøttust húsini nakað, men eftir annan verðaldarbargdaga var eitt lop í byggisniðinum og húsini gjørdust nakað størri, helst við árini frá Onglandi.

Eisini vóru pengar tøkir tá, sum gjørdu møguleiga at vaksa um byggivavið, tó at húsini oftani ikki vóru liðug innrættað, tá ið fólk fluttu inn. Tey vórðu ofta innrættað so við og við, sum ráð vóru til, eftir at tey vóru farin í húsini.

Fyrilesturin tók støði í bókaverki í tveimum bindum, sum Jóan Pauli gevur út í vár. Bókin er um føroysk sethús frá landnámstíðini til í dag, hvussu føroyingar hava búð í øldir, og hvussu samfelag og mentan føroyinga er vorðin borin fram í bústaði teirra til ymiskar tíðir.

Margareth Djurhuus, deildarleiðari í Betri Banki greiddi eisini frá um bústaðarmarknaðin í Føroyum. Hon tók í áhugaverdar greiningar um sethusakostnaðin, sum var flokkaður í fýra ymisk stig – Miðstaðarøkið, randarøki, útoyggj, summarhús og annað.

Miðalkostnaðurin fyri senhús, roknað uppá alt landið var kr 1,9 mill – tó var stórur munur á kostnaðinum, um hugt var at miðstaðar økinum og mun til randarøkini. Í miðal lá afturgjaldið til sethusakostnaðin / lánið 20 % nettu av inntøkuni. Enn einaferð í mun hvar tú býr.

Føroyski búskapurin er sera væl fyri og rentan er met lá, sum so hevur ført til øktar bústaðarprísir, men tó er kostnaðurin at fíggja ein bústað hjá eini barnafamilju lægri nú samanborið við áðrenn fíggjarkreppuna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni