Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsuverkið 2020: Vitan og visdómur eru í besta lagi sysktinnabørn ið tosað alt for sjálvdan saman

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.02.2020 - 06:41 Lesarabrøv Politikkur

Tá tað gjørdist greitt at ein umsitingarlig broyting í leiðslukunningarskipanini hjá sjúkrahúsverkinum skapti ótryggleika og øsing gjørdi landsstýrismaðurin í Heilsumálum skjótt av og gav boð um at orðingarnar í leiðslukunningarskipanini skuldu “bakka 48 tímar”, og tá øll kendu seg trygg við knattastøðuna kundi nýggj kós setast út í korti.

Vit kunnu fegnast um at royndi skiparin ikki varð í iva um at bakka við fullari kraft so skjótt sum hann gjørdist varðugur við vandan fyri framman.
 
Í kjalarvørrinum av hesum málinum eru søgur farnar at ganga um at Landssjúkrahúsið hevur tjent nógvar pengar uppá samstarvið við smærru sjúkrahúsini uttan at løgtingsgrannskoðarar ella onnur eftirlit hava gjørt vart við hetta.....
 
Er størri altíð betri?
Tað er so ymiskt sum fólk ávirkast av slíkum tíðindum. Tey sum halda at best er at leggja alt saman í ein stóran stovn eru óiva styrkt í sínari trúgv at ein superstjóri er betri til at umsita alt sjúkrahúsverki og vit sum trúgva uppá smærri eindir í eru tættari kníttar at brúkarunum eru eisini vorðin enn meiri sannførd.
 
Framvegis ein skipari á Polo
Tað sum alt hetta rumbli hevur lært okkum er at orðini hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í Heilsumálum, Karsten Hansen, enn eru galdandi í dag:

“Tað er bara ein stjóri í Føroyska Heilsuverkinum. Tað er landsstýrismaðurin í Heilsumálum!!!”
 
Tá ábyrgd skuldi vísast og avgerð skuldi takast, var einki loyslutoymi, eigin forstjóri ella aðalstjóri at síggja. Tá á stóð var tað bert ein persónur ið vísti ábyrgd og var førur fyri at taka avgerð og tað var  Kaj Leo Holm Jóhannesen, landstýrismaður í Heilsumálum.
 
John W. Joensen
Prentari
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós