Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Zacharias Hammer í samrøðu við Hans Paula, Jut og Jukim

Í Svínoy var bert ein grýla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2020 - 09:23 Kykmynd Mentan

Sunnudagin 23. februar er Føstuinngangur, og tað er tað ikki “loyvt” at eta kjøt fram til páskir. Hesin siðurin stavar frá, at eftir at Jesus varð doyptur, fastaði hann í 40 dagar í oyðimørkini fyri at temja kropp sín, og harvið byrjaði hann eitt ritual, ið skjótt verður 2.000 ára gamalt. Vit hava funnið nøkur gomul videoklipp úr Svínoy, sum Zacharias Hammer hevur gjørt, ið øll hava við føstuna at gera.

Brotini snúgva seg tó ikki um sjálvt tað at fasta, men um tað at ganga grýla. Siðurin er ikki serføroyskur, men føroyingar hava sín egna máta at halda hann uppá. Úr øðrum londum kenna vit maskeradur og karneval, og júst orðið karneval merkir “farvæl til kjøtið”, ið bæði merkir føsta, men eisini at man býður kroppinum farvæl og letur seg í ein annan ham. Í Føroyum lata fólk seg í sum grýlur, so ongin skal kenna tey, og fara so út at troðsa føstuna við at biðja um “mat” – áður veruligan mat, men nú góðgæti.

Svínoyggin skilir seg burturúr á tann hátt, at tey hava havt eina einstaka grýlu, ið varð rópt Langaføsta. Hetta hevur ikki hildið seg heilt upp til okkara dagar, men var so í gomlum døgum. Í filmsbrotinum hoyrast tríggir eldri svínoyingar greiða frá siðinum við grýlu í Svínoynni, og brotið er samstundis ein forkunnug áminning um tær góðu gomlu sendingarnar, sum Sjónvarpið framleiddi tey fyrstu umleið 10 árini.

Hetta brotið hjá Zachariasi er úr sendingini “Manna Millum” frá 1991. Vert er at leggja til merkis dialektina, Svínoyar-samleikan, og dýrini og menniskjuni alt í einum, og ikki minst forkunnuga háttin, sum Zacharias brúkar tónleik í sendingini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Lýsing