Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steypfinala, kvinnur: Kappingarárið stendur uppá spæl

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroyar  |  21.02.2020 - 18:54 Ítrottur Tíðindaskriv

Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnunum, men tað er júst annað av teimum liðunum, sum hevur vunnið á teimum, SÍ, sum stendur hinumegin netið, nú ein tann týdningarmiklasti dysturin á árinum skal avgreiðast. Og hann kann bjarga árinum hjá sørvágskvinnum

Tað hevur ikki gingið so væl í hond hjá sørvágskvinnum í ár samanborið við undanfarin ár. 


SÍ, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti, hevur í ár ikki klárað seg so væl, tí nú bara nakrir fáir dystir eru eftir at spæla í landskappingini, er SÍ á fimta plássi í landskappingini, seks stig aftanfyri Mjølnir.


Hyggja vit eftir teimum dystum, sum liðini hava spælt sínamillum í ár, so eru sørvingar eitt av tveimum liðum, sum hava vunnið á Mjølnir í ár, og tí er slett ikki óhugsandi, at SÍ júst leygardagin kann koppa SÍ.


Vaknaðar í seinastuni
Tí tað er í seinastuni, í byrjanini av januar mánað, at SÍ hevur tikið seg saman og vunnið á Mjølnir. Tann dysturin, sum varð leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík, endaði við 3-1 sigri til SÍ.


Síðan tá hava sørvágskvinnur í steypakappingini eisini víst, at tær eru til dystin fús. Tær vunnu sín bólk í innleiðandi spælinum, og tær vunnu eisini hálvfinaluna móti Fleyr, sum tær spældu í Klaksvík fyri tveimum síðan.
Tí er ikki vist, at úrslitið av finaluni er so upplagt, sum fleiri vilja gera hana til.


Gamaní er Mjølnir fremst í landskappingini og SÍ næstaftast av teimum seks liðunum í landskappingini, men tað er ein finala og tá kann so nógv henda.


Árið stendur uppá spæl
Eitt, sum ger, at kvinnufinalan kann gerast meira spennandi enn væntað, er, at fyri sørvingar kann ein sigur í steypafinaluni, bjarga kappingarárinum.


Liðið liggur sum nevnt á fimta plássi í landskappingini, og tað er ikki sannlíkt, at sørvingar kunnu gera tann stóra vørrin í landskappingini.


Tí kann ein steypasigur gera hetta kappingarárið til at liva við.


Tað stuttliga við steypasigrum er eisini, at øll eygu eru vend ímóti finaludystinum, sum bæði verður stroymdur, útvarpaður og sjónvarpaður.

 Tá er tað nakað serligt, at vinna, og tí fara bæði liðini at leggja nógv fyri.


Mjølnir er favorittur


Líkamikið hvat, so mugu klaksvíkskvinnur taka á seg, at tær eru favorittar til at vinna steypafinaluna í ár.
Mjølnir hevur eitt gott lið í ár, og tað vísir stigatalvan eisini.


Tað vísti innleiðandi umfarið í steypakappingini eisini, og tað vístu hálvfinalan eisini.


Mjølnir er sterkasta liðið í landinum, og tí vænta tey flestu, at klaksvíkskvinnur fara at vinna.


Um tær gera tað, er so ein annar spurningur.


Allar finalurnar verða sendar í sjónvarpi ella verða stroymdar. Eisini sendir FM 1 frá kvinnu- og mansfinunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag