Argjafólk: Politikarar siga eitt og lova annað, men onki av tí verður gjørt
Tað hevur tikið seg kjak upp, ímillum politikarar í Tórshavnar kommunu, um íbúðarbygging á Argjaboða.
Góðan dagin
Tórshavn 27.02.2020
Tað hevur tikið seg kjak upp, ímillum politikarar í Tórshavnar kommunu, um íbúðarbygging á Argjaboða.
Vit Argjafólk lesa at politikarar siga eitt og lova annað, men onki av tí verður gjørt.
Í dag eru 32 hús á Argjaboða við tilsamans áleið 64 bilum.
Verða 27 íbúðir bygar á Argjaboða, so er tað ein øking av bústaðareindum á áleið 85%.
Manupulatión av Fundarfrásøgn:
Tórshavnar kommuna bjóðaði inn til borgarafund 10 desember 2019 í skúlanum á Agjum. Tað vóru nógv fólk møtt upp til fundin, tí at vit roknaðu við, at hetta var okkara møguleiki at greiða bæði politikarunum og umsitingini frá okkara sjónarmiðum, um íbúðarbygging á Matr. 43g, Argir, og at kommunan síðan fór at lurta eftir okkum.
Men nei!
Tá vit fáa fundarfrásøgnina, ið kommunan skrivaði, tá kendu vit okkum als ikki aftur í teimun sjónarmiðum og útsagnum, sum vit høvdu borið fram á fundinum.
Ja vit føldu okkum so provokeraði, at vit fóru undir at skriva okkara egnu fundarfrásøgn, ið endurgav tað sum vit søgdu og harvið okkara sjónarmið.
Soleiðis hevur øll málsviðgerðin verið, úr enda í annað, frá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, manupulatión og “nýta lægsta felagsnevnara” fyri at bera verkætlana ígjøgnum umsitingina.
Tá vit lósu fundarfrásøgnina frá Tórshavnar kommunu, herundir útsagninar og svar, serliga tey frá Marius Muller, vóru svarini ikki eftirfarandi. Tí at vit fundarfólk, argumenteraði mannin upp í eitt horn, fleiri ferðir. Dømi, eitt nú, tá útsagnir frá býráðslimi Marin Katrinu Frýdal, vóru útløgn upp móti umsitingini, sí td broti úr fundarfrásøgn um Bussleiðina og broti um brunatrygd um smala geiran.
Tá so Hans Nielsen, starvsfólk í umsitingini legði fram eina tekning, har tey søguligu virðini – sjúkrahúsgrundin, minnisvarðin og Andrassarstova skuldu sorast sundur, fyri at breiðka um vegin, tá talaðu øll at. Ja eldri argjafólk, ið hava búð alt sítt lív á Argjaboða, føldu seg ikki sørt fyrtnan av Tórshavnar kommunu. Vit Argjafólk avmyndaðu framløguna um breiðkan av vegnum, og er tann myndin viðlagt okkara fundarfrásøgn sum mynd 3.
Eitt tað fúlasta av øllum var at umsitingin, við Marius Muller og Hans Nielsen indrømmaði yvir okkum 22 borgarum á fundinum, at vísta loysnin ikki letur seg gerða – Vit endurgeva svari úr fundarfrásøgnini hjá kommununi
“B: Ørt at tosa um at breiðka vegin, tá hugsað verður um søguligu virðini í økinum. ‐
MKF: Tað kemur ikki uppá tal at taka søguligu virðini burtur. ‐
HN: Dømi um at víðka vegin var fyri at vísa alt sum skuldi til fyri, at tað skuldi lata seg gera, og er tað ikki loysnin man ynskir.”
Vit Argjafólk sótu sum kánus og hugsaðu, hví tramin vísur man eina loysn á borgarafundi, ið kommunan veit, ikki ber til.
Hví vísti kommunala umsitingin ikki eina brúkbara loysn, í loysir teir umrøddu trupuleikar. Tað hevði verið nakað virðiligt, bæði fyri okkum vanligu skattagjaldarar í búgva í økinum, og eisini fyri byggiharran og hansara toymi.
Hvat hevur so umsitingin gjørt:
Jú síggja tit, umsitingin hevur gjørt eina rúgvu:
Tað sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt er, at loysa kloakina frá byggiverkætlani, tá tað ikki lat seg gerða at loysa kloak viðurskiftini.
Tað sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt er, at loysa vegin frá byggiverkætlani, tá umsitingin ikki hevur evni til at koma við einari brúkbærari heildarloysn fyri økið á Argjaboða.
Tað sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt er, at loysa vegin frá byggiverkætlani, og umbiði Landsverk at gerða eina støðu lýsing av ferðsluni fyri Argjaveg 1-13. Trupuleikin her er, at Argjavegur 1-13 er ein partur av økinum - ikki alt økið líka suður á Argjaboða. Vit Argjafólk meta at ferðsluávirkanin av íbúðarbygging + felagshúsi skal takast við. Umframt hetta, so tekur lýsingin av vegakervinum frá Landsverki ikki hædd fyri td. hesum:
Trupuleikar, sum eru við 10 bilum, eru eisini við 528 bilum (Landsverk estimerar 528 bilar).
Vit síggja ikki at skilt verður ímillum stór akfør, td. bus og persónbilar.
Raportin ella støðis lýsingin frá Landsverk, hon loysir ikki nakað sum helst.
Bleytir trafikantar eru ikki við.
Vit Argjafólk, hava argumentera okkum hás, um teir bleytu trafikantanar yvirfyri umsitingini, Marius Muller og Hans Nielsen, men tað eru sum at sletta vatn á gás, onki rínur við. Tey umleið 60 fólkini í vóru á ástaðarfundinum tann 24.02.2020 hoyrdu aftursvarini frá elituni í umsitingini fyri Tórshavnar kommunu, Muller og Nielsen báðum.
Ja, politikar vóru løgi nokk til staðar, har vóru Annika Olsen(A), Borgarstjóri, Marin Katrina Frýdal(E), Gunvør Balle(E), Turid Horn(E), Jákup Dam(E), Annfinn Brekkustein(B), Helena Dam á Neystabø(C), Bjørghild Djurhuus (C) og Tróndur Sigurðsson (C).
Vit saknaðu Boga Andreasen (A) og Bergun Kass (F).
Um so er, at Bogi Andreasen (A) og Bergun Kass (F) vóru til ástaðarfundin tann 24.02.2020, so biðja vit um umbering fyri, at vit ikki bóru eyga við tykkum.
Fyri at venda aftur til vegastrekki um smala geiran, so standa vit spyrjandi um, at eru okkara børn og fryntligi ungdómur á Argjaboða, ikki líka nógv í virði hjá politikarum og umsitingini í Tórshavnar kommunu, sum øll onnur børn og ungdómar í kommununi. Svari frá umsitingini kenna vit, ongin grund til at slíta uppá tastaturi, at skriva meira um tað, men um svari frá tykkum politikarum er ja, gerði so vegin, soleiðis at vegurin lýkur nútíðar krøv anno 2020, og ikki koma við sovornum vrøvli, sum eitt nú tað, sum Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini skrivaði í dimmu tann 26.02.2020.
Sum sagt, Tórshavnar kommuna hevur umbiðið serkøna hjálp frá Landsverki um, at gerða eina støðulýsing av smala vegastrekkinum út á Argir. Smala vegastrekki er strekki frá Argjaróðraneyst til sunnara omankoyring til bátahylin – Argjavegur 1-13.
Men Tórshavnar kommuna upplýsir ikki fyri Landsverki, at tað kemur møguliga ein verkætlan á Argjaboða, við 27 íbúðum og einum felagshúsi, ið hevur 120 sitipláss. 27 íbúðir, har hvør íbúð hevur 2 bilar eru 54 bilar, og felagshús við 120 sitiplássum er møguligani 120 bilar. Tað merkir at ferðslumynstri verður munandi økt, eisini døgnferðslan, bæði koyring til og frá arbeiði, og onnur koyring.
Somuleiðis tekur støðu lýsingin frá Landsverki, ikki hædd fyri øðrum framtíðar byggingum á Argjaboða, nú byggisamtyktir verða broytar líka oftani sum Argjafólk skifta hosur.
Tað sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt er, at leggja málið fyri Friðingarnevndina, men bara biði friðingarnevndina fyrihalda seg til byggiverkætlana um íbúðarbygging á Matr. 43g, Argir. Vit Argjafólk halda, at friðingarnevndin eigur eisini at viðgerða samlaðu ávirkana á alt økið, við serligum atliti at teimun søguligu/mentunarligu virðunum í økinum. Vit Argjafólk eru ikki søgufrøðingar, vit vísa bara á ,at hesi vigtigu virðini liggja í økinum, og verða ávirkaði sera nógv av øktu ferðsluni, um so er, at friðingar mynduleikar meta, at økta ferðslan ikki ávirkar, ja, men so vita vit tað frá serfrøðini, tá friðingarmynduleikin hevur gjørt sína niðurstøðu.
Í dag eru 32 hús á Argjaboða við tilsamans áleið 64 bilum.
Verða 27 íbúðir bygar á Argjaboða, so er tað ein øking av bústaðareindum á áleið 85%.
Politikarar:
At siga tað sum Marin Katrina Frýdal kemur við í dimmu 26.02.2020 er nakað møsn, tí at hon hevur verið við til báðar fundinar, bæði tann 10. desember 2019 og ástaðarfundin 24. Februar 2020. Á báðum fundunum vóru sjónarmið okkara bara feiðaði til viks. Um Frú forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini veruliga hevði eitt brennandi ynski at loysa trupuleikan fyri Argjafólk, ja, so var máli ikki samtykt á fundi í
byggi- og býarskipanarnevndini 24.02.2020, og harvið ikki lagt fyri býráðið tann 27.02.2020 at taka støðu til, um byggisamtyktin skal broytast.
Man kann eisini seta spurnatekin við politisku viðgerðina frá samgonguliminum Boga Andreasen (A) í byggi- og býarskipanarnevndini, hóast boðin við til báðar fundinar, so møtti politikarin ikki upp. Vit Argjafólk standa spyrjandi, hvussi ein politikari kann taka eina so greiða støðu í einum tílíkum máli, uttan at sjálvur at hava hoyrt sjónarmiðini, hjá borgarunum og skattagjaldaranum, sum búgva á staðnum.
Eftir stendur at Frú forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini Marin Katrina Frýdal, enn ikki hevur víst á, hvussi hon ætlar at loysa ferðslutrupuleikan á Argjaboða. At koma við einum onki sigandi tíðindaskrivi, nú 5 minuttir í lukkutíð, áðrenn politiskta skipanin skal til at samtykkja broyting í byggisamtykt, keypa vit ikki. Tað hevði verið so ótrúliga meira virðiligt fyri eitt fólkavalt umboð í Tórshavnar kommunu, at komi við einari greiðari loysn.
Politiði – ferðslumynduleiki:
Tað er okkum ógreitt, hvat politiði hevur sagt ella skriva í málinum um íbúðarbygging á Argjaboða – her serliga sjálvsagt um ferðsluviðurskiftini.
Vit vita ei heldur, hvør arbeiðssetningurin hjá løgregluni hevur verið til umrødda mál.
Er arbeiðssetningurin áleið tann sami sum hjá Landsverki, ja, so er væl niðurstøðan eyðsæð. Arbeiðssetningurin hjá Landsverk var at lýsa Argjaveg 1-13, ikki eina heildarlýsing av øllum økinum.
Vit vildu fegin vita frá løgregluni, hvønn holdning løgreglan hevur til at bleytir trafikantar, persónbilar og bus
øll skullu verða á vegastrekkinum Argjaveg 1-13, ið er sum sagt, eitt sera smalt strekki við ongum fortovi.
Tó hava tvey umboð fyri niðanfyristandandi áhugafelagið kontaka persónin hjá løgregluni, ið hevur við ferðsluna at gerða í tílíkum málum, men báðar ferðinar, vóru umboðini snøgt sagt, vend í hurðini av løgreglumanninum.
At enda vóna vit Argjafólk, at politikarar valdir inn til Tórshavnar kommunu, eru so mikið at sær komnir, at tit duga at síggja at hendan byggisamtyktin (broytan av byggisamtykt á matr. 43g, Argir) sum er til viðgerða, ikki má atkvøðast ígjøgnum, tí at máli er als ikki viðgjørt á ein nøktandi hátt.
Verður máli um broytan av byggisamtykt á matr. 43g, Argir samtykt, so verða trupuleikanr bara enn størri.
Allir teir trupuleikar í Argjafólk hava víst á, teir trupuleikar standa enn við.
Heilsan
Áhugafelagið á Argjaboða
Viðlagt eru:
Fundarfrásøgn frá Tórshavnar kommunu. Fundarfrásøgn frá okkum á Argjum.