Lýsing
Lýsing
Lýsing

SkúlaFM finalan 2020 sett

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2020 - 10:16 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sum setti ársins SkúlaFM finalu í Spinnaríðnum. Vit fingu nakrar myndir til setanina.

Í dag er stóra finalan í SkúlaFM 2020, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan. SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.

Hetta siðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setti finaluna í Spinnaríðnum í Klaksvík fyrr í morgun.
Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Tónleikaframførslur verða eisini á skránni og harumframt kemur Jógvan Skorheim borgarstjóri at bera fram røðu.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til NextLevel

Nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri