Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heilt fitt av vindi og avfalli í dag. Mesti vindurin seint seinnapartin. Eftir midnátt minkar, og tað fer at slíta í. | Mynd: portal.fo

Illveður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.02.2020 - 09:25 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst er á veg tvørtur ígjøgnum Skotland í dag. Miðjan á hesum lágtrýsti er bert 250 fjórðingar sunnan fyri Føroyar seint í kvøld. Trýstið í miðjuni er tá um 960hPa. Tað er eitt sindur lágt.

Nógv luft verður drigin ímóti miðjuni á lágtrýstinum, og tað er so orsøkin til vindin, sum er í morgun og fer at vera allan dag.

Hyggjandi at vedrid.fo og lv.fo sæst, at barometrið enn er lækkandi, og at ættin er beint oman fyri eystan. Miðalvindferðin kring landið er eitt sindur ymisk. Miðskeiðis og sunnantil í Føroyum eru 20 til 25 m/s; norðanfyri og vestanfyri eitt sindur minni, 15 til 20 m/s.

Næstan soleiðis fer veðrið at vera restina av degnum í dag. Miðalvindurin fer at veksa eitt sindur meiri seinnapartin – upp í 20 til 25 m/s fyri alt landið. Hvirlurnar fara at vera fjórðingin ella helvtina meir enn miðalvindurin – t.e. um 30 m/s ella so.

Tað er farið at regna kring alt landið. Og soleiðis er allan dagin í dag, meiri ella minni. Slítur ikki í fyrr enn eftir midnátt.

Hitin liggur um 4 stig.   

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið