Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yngsta føroyska fólkatingsumboðið nakrantíð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.03.2020 - 07:19 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er nú greitt, at Barbara Gaardlykke Apol tekur sæti á Fólkatingi, týsdagin 17. mars.

24 ára gamla Barbara verður yngsta føroyska fólkatingsumboðið nakrantíð, tá ið hon seinni í mánaðinum finnur sær sess millum hini 178 umboðini á Fólkatingi. Hon tekur eitt 105 ára gamalt heiti frá Edward Mitens, sum gjørdist yngsta føroyska fólkatingsumboðið í 1915.

- Tað er sera umráðandi, at Føroyar hava fjølbroytta umboðan á Fólkatingi. Søguliga sæð hava tað verið eldri menn, sum hava tikið sæti fyri Føroyar, sigur Barbara, sum á fólkatingsvalinum í fjørsummar fekk ikki færri enn 392 atkvøður, og gjørdist nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Hóast ungan aldur, hevur Barbara longu nógv ár á baki í politikki, bæði í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU. Politisku dygdirnar hjá havnarkvinnuni hava eisini verið sjónligar uttanfyri Føroyar, har Barbara seinastu setu sat sum forseti fyri Ungdommens Nordiske Råd, og í heyst enntá varð boðin at luttaka á International Visitor Leadership Programme í USA, saman við ungum og spírandi leiðarum úr øllum heiminum. Barbara hevur eisini sitið sum forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta og limur í føroysku tjóðarnevndini til UNESCO.

- Í tíðarskeiðnum verður formansumfar í salinum, har eg fái høvi at kjakast við hinar floksleiðararnir. Har ætli eg mær at taka upp nøkur av málunum, eg fór til val uppá – millum annað umhvørvismál”, sigur Barbara.

Hon verður einans fjórða kvinnan at røkja ein av føroysku fólkatingssessunum. Fyrsta kvinnuliga umboðið úr Føroyum, var Lisbeth L. Petersen, sum í 2001 tók sæti á Christiansborg fyri Sambandsflokkin. Síðani tá hava bert Annita á Fríðriksmørk og Rigmor Dam verið varafólk fyri ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkin á Fólkatingið.

Eftir loknan bachelor í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya í summar, flutti Barbara til Danmarkar at nema sær kandidatútbúgving eisini í búskaparfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn. Afturat lesnaðinum arbeiðir hon á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, og gleðir hon seg nú at tríva í politiska virkið, ímeðan Sjúrður Skaale er í farloyvi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkask…
Búnaðarstevna í Varpinum
- Avbjóðingar­nar eru nógvar, men møgulei…
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Lýsing