Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bakkafrost.fo

Bakkafrost misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í farnu viku

SKRIVAÐ: Bakkafrost  |  09.03.2020 - 09:30 Tíðindaskriv Vinna

Áhaldandi óðnarveðrið í farnu viku gjørdi umfatandi skaða á alibrúkini hjá Bakkafrost í Hvalba og Froðba. Ættin var tann ringasta fyri just hesi alibrúkini og sera ógvusligur uppgangur og suður var í sjónum í 5 dagar. Stórur partur av fiskinum doyði orsakað av veðrinum og umfatandi skaði var á aliútgerð. Í alt misti Bakkafrost umleið eina millión fiskar við eini miðalvekt uppá 2,1 kg.

Aliútgerðin og fiskurin eru tryggjaði (fiskurin til kostprís).

Higartil hevur 2020-tøkumetingin fyri Føroyar verið 57.000 tons av laksi, men hesin skaðin lækkar tøkumetingina fyri 2020 við 5-6.000 tonsum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB