Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Heimurin bankar uppá!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  12.03.2020 - 10:14 Bloggur Mentan

Fyri eini hálvari øld síðani fóru tey at tosa um ”The global village” – um ”Heimsbygdina” í teirru merking, at nú er verðin vorðin so lítil, at vit øll koma hvørjum øðrum við, eins og í lítlu bygdini. Landamørk og mentannar mørk eru horvin. Vit verða øll rakt av tí, sum hendir kring okkum.

Fyri  hálvtannað hundrað árum síðani kundu stórbardagar frá fram úti  í heimi, uttan at tað frættist um okkara leiðir. Fyri bara hundrað árum síðani kundu stórir jarðskjálvtar, mikil eldgos ella hungursneyð orsaka av veðurlagsbroytingum raka londini, uttan at vit hoyrdu eitt graml um tað.

Nærri við hús, kundu kríggj í Europa sjálvandi ávirka føroyska gerandisdagin, við mattroti, eins og eldgos í Íslandi hava haft stóra ávirkan á gróðurin  í oyggjunum. Føroyingar hava mangan liðið hungur og hall orsaka av umstøðum vit als onga ávirkan hava haft á.

Á ein hátt ber til at siga, at fyrri heimsbardagi broytti alt hettar. Nú kundi ein lítil hending niðri á Balkan seta eld á allan heimin, tí  umstøðurnar vóru nógv broyttar innan samferðslu, samskifti og krígstøkni. Herdeildirnar og vápnini fluttu seg nógv skjótari. Krígstólini gjørdust alt meira ógvuslig, og telegrafkaðalinir kundu bera tíðindir úr einum enda í annan, eftir fáum tímum. Eisini í Føroyum frættist tíðindi uttan úr heimi, um tað so bara var einaferð um vikuna í Dimmu.

Menningin á nevndu økjum hevur hildið framm við alsamt størri ferð, og bardagin ið skuldi enda allar bardagar, fyrri heimsbardagi, endurtók seg aftur nøkur ár seinni við eins ræðuligum fylgjum. Mannaættin tykist enn ikki at hava lært av øllum ræðuleikunum í nítjandu øld - helst fúlasta øldin í mannasøguni, hvat oyðilegging og týning viðvíkur, men samstundis helst eisini tann øldin har størstu frammstigini fyri mannaættina fóru framm.

Í dag frætta vit um alt sum hendir – vit verða kanska so ovurfóðraði av tíðindum, at onki nemur við okkum longur. Vit drekka fegin okkara kaffi og fáa ein góðan køkubita afturvið, meðan vit síggja  hungrandi børn, hjálparleys fløttarfólk og sundurbumbaðar býir, uttan at tað nemur stórvegis við okkum. Soleiðis er tað  bara úti i heimi!

Men, so bankar heimurin knappliga uppá (ella hann buldrar uppá dyrnar hjá okkum!). Gradig fíggjarfólk í USA veittu ábyrgdarleys  húsalán, sum ongin trygd var fyri, og sum endaðu við at koppa allan heimsmarknaðin. Eldgos í Íslandi løgdu flogferðsluna lamna. Mannagjørdar veðurlagsbroytingar tykjast at hótta gerandisdagin um allan heim. Og ein flogmús, sum hevur skitið í Kina, er um at leggja allan heimin lamnan. Føroyingar hava, sum so, onga ábyrgd av hesum – men, ikki slepst undan!

Gitnastu orðini, sum Storm P hvørki hevur sagt ella skrivað eru: ”Tað er torført at spáa, serliga um frammtíðina”! Vit hava í løtuni onga hóming av hvar alt hettar endar – um talan bara er um eina ódn í  einum tekoppi, ella um tað snýr seg um eina heimskatastrofu. Skalvurin er lopin, vit kenna ikki fylgjurnar fyrrenn alt er farið afturum, og ódnin hevur lagt seg.

Flogmúsin, sum skeyt í einum vørumarknaði í Kina stutt áðrenn jól í fjør minnir okkum á, at ”heimsbygdin” er ein veruleiki, at alt her í tilveruni hongur saman. Hesum slepst ikki undan, heldur ikki í fjarskotnu oyggjunum í Norðuratlantshavi.

Á tíðindafundi týsdagin (10.03) um Corona støðuna, segði danski forsætismálaráðharrin tey vísu orðini, at um vit skulu fáa tamarhald á, ella basa støðuni vit nú eru komin í, so noyðast ØLL at taka eina ábyrgd. Myndugleikarnir kunnu gera sítt, men um meðborgarnir ikki eisini kenna sína skyldu í gerandisdegnum, so ber ikki til at koma á mál.

Hettar var ikki bara sagt í politiskum maktarloysi, men tí at í frammkomna nútíðarsamfelagnum hava vit øll ábyrgd og meðábyrgd. Ketan er, sum kunnugt, aldrin sterkari enn veikasta liðið. Tey, sum bera Corna smittuna víðari, uttan at vita av at tey sjálvi eru smittað, kunnu ikki ákærast fyri tað. Men, givið er, at hvør einstakur borgari noyðist at kanna sína egnu støðu, um viðkomandi á nakran hátt kann hugsast at hava verið í samband við møguligar smittukeldur, og at sýna ábyrgd, serliga í samband við samkvem við viðkvæmar bólkar.

Og hettar er sjálvandi serliga viðkomandi í Føroyum, orsaka av teimnum mongu sum arbeiða í frálandavinnuni, og øllum teimum ið sigla úti í heimi, og sum tí ferðast aftur og framm fleiri ferðir um árið. Føroyar munnu helst teljast millum tey lond í heiminum, har fólk, sum ein heild, ferðast mest, og tí hava útheimin, sum sín gerandisdag. Men, higartil eru tað kortini ikki tey yrkisferðandi, ið eru stórsta orsøkin til spjaðing av coronavirisinum í Europa, men tað eru heldur tey frítiðarferðandi, sum eru orsøkin til smittuspjaðingina.

Tað kann vera freistandi at falla í fátt, tá fjølmiðlarnir oysa okkum undir í døprum útlitum og maggja vandarnar, sum hin versta, uppá veggin. Men, einasti heilivágurin móti dapurskygni og mótloysi, er at trúgva uppá dagin í morgin, og at gera sítt besta har vit eru sett at virka. Tí lívið skal hóast alt livast, og mannaættin hevur haft størri avbjóðingar og hóttanir enn hesa. Vit hava, tíbetur, eini ótrúlig evnir til at fóta okkum aftur.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…