Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður fyriskipaði tíðindafund fyrrapartin í samband við Corona smittuvandan | Mynd: kvf.fo

Almennu Føroyar repa seglini – men steingja ikki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2020 - 10:28 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Covid-19: Allir skúlar frá fólkaskúla til fróðskaparsetur leggja stilt frá og við mánadegnum. Mælt verður eisini til at kommunurnar lata barnagarðar og frítíðarskúlar aftur, men hetta er nakað, kommunurnar sjálvar gera av. Almennu partafeløgini skulu seta tiltøk í verk, m.a. Atlantic Airways og Vága Floghavn. Hartil verða kommunurnar bidnar um seta tiltøk í verk ímóti ferðamannaskipum.

Sjúkrahúsverkið planleggir nú skurðviðgerðir soleiðis, at mest møgulig arbeiðsorka er tøk, um talið av smittaðum økist knappiliga og skjótt. Annars verða tey alment løntu starvsfólkini, ið verða rakt, í mest møguligan mun biðin um at arbeiða heimanífrá. Hetta er eitt nú galdandi fyri lærarar.

Á tíðindafundinum í morgun var rættiliga nógvur kritikkur av, at flogferðslan heldur fram at kalla ótarnað. Men hvørki fútin, landslæknin, løgmaður ella heilsumálaráðharrin vildi steðga ferðing til og úr Føroyum. Hetta verður mett at “lukka samfelagið niður”, og ein uppgáva er at halda samfelagið koyrandi hóast alt, segði fútin.

Landslæknin segði, at tað nú ikki longur slepst undan, at Coronasmittan kemur til Føroyar. Tilmælið er at so mong sum gjørligt fara í sjálvboðið sóttarhald, herímillum eisini lesandi, sum verða rakt av, at skúlar í Danmark lata aftur. Eitt tílíkt sóttarhald er í 2 vikur.

Løgmaður endurtók fleiri ferðir, at um støðan versnar, so verða helst sett strangari tiltøk í verk, men at vit enn ikki vita, hvørji tey vera, tí støðan verður eftirmett leypandi. Sostatt kann hugsast, at eisini flogferðsla fer at verða rakt, skuldi tað hent, at smittan fer at ganga ímillum  føroyingar. Sum nú er, eru tey bæði smittaðu smittað í útlondum, ávikavist Fraklandi og Italia, og ikki í Føroyum.

Størsta avleiðingin av átøkunum sum vórðu sett í verk á tíðindafundinum í morgun er sostatt, at føroyska skúlaverkið steðgar. Hildið verður á í dag, hósdagin, og í morgin, fríggjadagin, men síðani skulu næmingarnir ikki møta longur. Arbeitt verður við umlagdari undirvísing, soleiðis at næmingarnir fáa fylgt undirvísing heimanífrá, har tað ber til.

Løgmaður segði eisini, at tey almennu starvsfólkini, sum verða rakt av hesum, missa ikki løn. Hetta er bæði galdandi fyri tey sum skulu arbeiða heimanífrá, og tey sum ikki fáa arbeitt.

Ein stórur partur av tilmælunum var áheitanir á kommunurnar, og snúðu seg um ferðamannaskip, dagstovnar og frítíðarskúlar. Her hevur landsmyndugleikin valt ikki at áleggja kommununum harraboð, men heitir á tær hvør í sínum lagi um at taka neyðug atlit. Tað var tó rættiliga greitt, at ynskið var, at kommunurnar lótu dagstovnarnar aftur og helst ikki loyvdu ferðamannaskipum at lata ferðafólkini sleppa í land.

Borgarstjórin í Tórshavn var eftir tíðindafundin í útvarpinum og boðaði frá, at ferðandi við ferðamannaskipinum, sum skuldi koma 20. mars (og møguliga kemur), ikki sleppa í land. Hinvegin sleppir Norröna, ið øllum førum sum er, framvegis at sigla uppá Havnina, hóast hon eisini er eitt cruiseskip. Borgarstjórin sigur, at onnur ferðamannaskip enn Norröna sleppa ikki at lata ferðafólk sleppa í land í fyribils 2 vikur.

Eftir tíðindafundin harmaðist løgmaður um, at fólk longu farin at hamstra vørur, og segði, at hann vónaði, at fólk fóru at hava ein so vanligan gerandisdag sum til ber innanfyri karmarnar av tiltøkunum, ið nú verða sett í verk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni