Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sinniligir íbúgvar keyptu inn í morgun

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.03.2020 - 13:58 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðlýsið var ein túr kring onkrar av matvøruhandlunum í Klaksvík í morgun. Nógv tos hevur verið um, at fólk løgdu inn undir seg matvørur. Men tað var ikki tað vit merktu á teimum, vit tosaðu við í handlunum í morgun. Tey flestu nýttu høvið at fylla upp heima, tí tey vóru ikki til arbeiðis í morgun. Summi fyltu goymslurnar upp, tí tey sóu fyri sær nógvar dagar frammanfyri, har bæði børn og vaksin skuldu vera heima allan dagin, og tað kravdi nakað meira av goymslunum heima enn tá vanligar tíðir eru. Nei, søgdu tey flestu, vit keypa ikki meira enn neyðugt, men vit síggja fyri okkum at vit hava brúk fyri meira heima, nú familjan skal blíva heima allan dagin.

Vit vóru eisini í býnum í gjárkvøldið, eftir at boðini frá myndugleikunum vóru komin um strangari umstøður. Tað sást eisini í handlunum, at fleiri enn vanligt vóru til handils seint á kvøldið í gjárkvøldið.

Hyllarnar sóu annars ikki út til at vera tómar í dag um miðdagsleitið og tá vit spurdu inn til, søgdu tey í øllum handlunum vit vitjaðu at meira vøra kom í dag og í morgin.

Jú, tey hava selt meira enn vanligt, men tað er ikki talan um panikk og mangul á vørum.

Tey vit tosaðu við hildu, at tey fóru at akta boðini, ið givin eru frá myndugleikunum, men tey kendu tó eitt vet av fjáltur á sær um støðuna, samfelag okkara er komið í - "men vit fara eisini at klára hetta," segði ein eldri kvinna vit tosaðu við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC