Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neyðarróp frá italienskum lækna: Hetta er sum jarðskjálvti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.03.2020 - 15:09 Mentan Tíðindi

Italienski læknin Roberto Cosentini  er bangin fyri at heilsuverkið í Italia fer at at ganga fyri.

60 ára gamli Roberto Cosentini, sum er stjóri fyri tilbúgvingini á sjúkrahúsinum Pave Johannes 23. í Bergamo sigur við tíðindablaðiå Reubblica, at nú eru tað ikki bara eldri og veikir sjúklingar sum floyma inn á sjúkrahúsið.

Ímillum 60 og 80 smittaði koma inn hvønn dag. Alla tíðina fleiri og fleiri. Tey eru øll álvarsliga sjúk og í øllum aldri. Aðrenn tey vóru smittað, vóru tey frísk og sunn, sigur hann.

Hann sigur at fyrstu sjúklingarnir hann sá vóru eldri fólk við langari sjúkrasøgu, men nú gerast eisini tey yngru og sterkaru illa sjúk.

Tó, sambart italienskar heilsumyndugleikar er miðalaldurin á teimum, sum doyggja av covid-19, 81 ár.

Fleiri av sjúklingunum hava røkt sjúkuna heima við handkeyps medisini, men blíva noydd at leita upp lækna orsakað av vaksandi andingartrupulleika.

-Í byrjanini av umfarsjúkuni komu tey sjúku inn ígjøgnum dagin og høvdu eitty sindur av andatrupulleikum. Nú koma tey seinnapartar, tá fepurin er upp á sítt hægsta og hava álvarsligan lungnabruna, sum ger, at tey mugu hava hjálp fyri at anda. Á Twitter skrivar han, at sjúkrahúsið hevur viðgjørt yvir 500 lungnabrunar í tvær vikur.

 


Kelda: Les meira á TV2@dk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…