Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jerusalem ella Tel-Aviv – heilhjartað ella hálvhjartað

SKRIVAÐ: Harry á Lakjuni  |  14.03.2020 - 11:50 Lesarabrøv Mentan

Um vit ímynda okkum, at allir danir frá Skagen til Gedser og frá Keypmannahavn til Esbjerg vórðu riknir frá húsi og heimi og fluttir suður um markið inn í Týskland, har tey blivu gassað til deyðis og brend. Ikki eitt menniskja eftir í Danmark, hvørt einasta hús stóð tómt, 5,8 mió. fólk avrættað - bert tí tey vóru danir.  

Kunnu vit yvirhøvur ímynda okkum slíkt? - Men hetta var tað, ið hendi jødunum undir seinna veraldarbardaga. 6 mió. jødar, riknir frá húsi og heimi fyri at verða týndir í Nazi-týningarlegunum: Auschwitz, Birkenau, Treblinka, Belzec, Sobibor, Chelmno, Majdanek - fyri at nevna nakrar av drápsverksmiðjunum hjá Nazistunum. Einasta orsøk til, at øll hesi menniskju, 6 mió., á ein so ræðuligan hátt vórðu tikin av døgum, var, at tey vóru jødar.

Antisemitisman - jødahatrið, doyði tíverri ikki út við Hitler, Goebbels, Gøring, Eichmann, Hess, Himmler og hinum jødahatarunum í Nazitýsklandi. 

Antisemitisman hevur helst ongantíð verið størri enn í dag, nú vit dag og dagliga hoyra um terroratsóknir móti jødum ymsastaðni í Europa. Sjálvt teir jødisku kirkjugarðarnir fáa ikki frið. Og hendan óhugnaliga sóttin, sum antisemitisman er, ger eisini um seg í USA. Feskast í minninum eru teir ræðuleikar, sum hendu í USA í New Jersey og lítla býnum Monsey, norðan fyri New York.

Jødarnir hava eina langa søgu. Tað er hent nógv, síðani Ábram fyri umleið 4000 árum síðani fór úr Ur í Kaldea til Kánaansland, landið, sum Harrin skuldi vísa honum og geva honum, 1. Mós. 12. Lyftið, Harrin gav Ábram, varð endurtikið ferð eftir ferð: 1. Mós. 13,15; 15,7; 15,18 og 17,8. Lyftið varð endurtikið fyri Ísaki: 1. Mós. 26,3, og fyri Jákupi: 1. Mós. 28,13 og 35,12. Og Harrin mintist sáttmála sín við Ábraham, Ísak og Jákup: 2. Mós. 2,24 og 6,3-8.

Tað er neyvan politiskt korrekt at vísa ov nógv til Bíbliuna, men hon verður ring at koma uttanum, tá tað um jødarnar ræður. Og tá vit hugsa um, hvat profetarnir hava talað: Fólkið skuldi spjaðast um alla jørðina og síðani venda heimaftur til sítt egna land. Millum so nógv annað eru Jeremias 31 og Ezekiel 36 sera viðkomandi lesnaður hesum viðvíkjandi.

Vit, sum liva í dag, síggja við okkara egnu eygum, at tað, sum talað varð við profetunum fyri umleið 2.700 árum síðani, gongur út. Jødarnir flyta heimaftur í stórum tali til sítt egna land, Ísrael.

Tá ið Ísrael varð endurstovnað í 1948, lá nær at hugsa, at nú fekk hetta fólkið loksins frið aftan á ta forfylging og teir ræðuleikar, ið teimum var fyri í Europa, krígsárini. Men so var ikki. – Hin 14. Mai 1948 varð Ísrael lýst sum statur at vera. Dagin eftir var longu kríggj. Ísrael varð álopið av Jordan, Egyptalandi, Sýria, Libanon og Irak.

  Í 1948 var Ísrael eingin supermakt (tað er tað í dag), men teir vunnu kríggið. Og teir ikki bara vunnu, men løgdu eisini meir av lyftislandinum undir seg. Tað sama hendi í 1967, tá Ísrael varð álopið av Egyptalandi, Sýria og Jordan, væl stuðlað av øðrum arabaralondum. Endamálið var at leggja Ísrael í oyði og reka jødarnar í havið. 2,6 mió. jødar ímóti 100 mió. muslimum - men fíggindar Ísraels vóru fyri einum so knúsandi ósigri, sum neyvan er sæddur áður. Dávid vann á Goliat, hóast Nasser, forseti Egyptalands, brúkti stór og háðandi orð um Ísrael, eins og Goliat háðaði Dávid á sinni.

 

Ísraelsmenn ikki bara vunnu kríggið, men løgdu enn eina ferð meir av lyftislandinum undir seg: Judea Samaria (tann sokallaða Vestara Áarbakka), Gaza, Golanheyggjarnar, Sinai og ikki at gloyma Jerusalem, Eystur-Jerusalem, sum tá í 19 ár hevði verið undir jordanskum valdi eins og Judea Samaria. 

 

Í 1973 var verri vorðið hjá Ísrael, tá fíggindar tess á sjálvum Yom-Kippur degnum, 6. okt., gjørdu sniðálop á Ísrael. Ísrael hevði frí henda dagin og var tí sera sárbart. Tað tók sína tíð at mobilisera og gera seg kláran at taka ímóti fíggindanum. Helst hevur Ísrael lært av hesum, at teir ongantíð kunnu taka sær av løttum, men vera á vakt 24-7, 365 dagar um árið. - Kríggið í 1973 kann líknast við, at 30 mans bróta inn og leggjast á ein sovandi mann (ca. lutfallið millum arabarar og jødar). Hóast hesin eini í byrjanini hevði trupulleikar, reistist hann, og á undurverdan hátt rak hann fíggindan á dyr. Tann 26. okt. stóð Ísrael sum sigurharrin. 

 

Eisini kann nevnast: Suezkríggið í 1956, Libanon 1982 og 1996, Gaza í 2009 og 2014 og allar tær túsundtals rakettir, sum eru skotnar inn í Ísrael úr Gaza, serliga síðani Ariel Sharon undir altjóða trýsti og fyri frið skyld í 2005 tvangsflutti teir síðstu 8.000 jødarnar heim til Ísrael. Var tað ófriðarligt frammanundan, so bleiv tað nógv ófriðarligari, og nógv fleiri terroratsóknir eru framdar úr Gaza, eftir at jødarnir fluttu.

 

Heldur ikki eiga vit at gloyma teir ræðuleikar, sum terroristar og sjálvmorðsbumbarar hava framt inni í Ísrael. Serliga undir fyrru og seinnu intifadaini (intifada merkir mótstøða ella uppreistur á arabiskum). Tann fyrra var frá 1987 til 1993 og tann seinna frá 2000 til 2005.

 

Italienski journalisturin, Giuliu Meotti, viðger í bók síni frá 2009 “A new Shoah” (Eitt nýtt Holocaust) terroratsóknirnar - serliga frá sjálvmorðsbumbarum - tilburð fyri tilburð hetta tíðarskeiðið. Meotti hevur samrøðu við mong av teimum, sum yvirlivdu, og eisini familjur, sum vórðu raktar av terrorálopum mitt í gerandisdegnum, í bussum, sýnagogum, kibbutzum, matstovum, dansistøðum o.s.fr. Hetta er í roynd og veru ikki lesnaður fyri veikar sálir. Giuliu Meotti sigur: “Hetta er Ísraels Ground Zero! Onki annað land í søguni hevur nakrantíð verið álopið av so nógvum sjálvmorðsbumbarum. Meir enn 150 álop eru framd, og meir enn 500 eru fyribyrgd. Vit tosa um eitt stórt hol, sum hevur svølgt 1557 menniskjum og hevur sært 17.000 yvir 15 ár. Ísrael er eitt lítið land. Tað tekur 2 min. við jetflogfari at koma úr eystri í vestur. Um hetta var í USA, lutfalsliga eftir fólkatalinum, vóru 53.756 amerikanarar deyðir og 664.133 særdir."

 

Ísrael er umgyrt av nógvum fíggindum: Hamas í Gaza, Hezbollah í Libanon, Fatah mitt í Ísrael (Judea Samaria), Sýria og Iran. Iran hóttir dag og dagliga við at leggja Ísrael í oyði, og í samstarvi við Hezbollah roynir Iran at planta sína krígsmaskinu í Sýria til sama endamál: at leggja Ísrael í oyði. Tí má Ísrael við jøvnum millumbilum inn í Sýria at bumba tað í sor, sum Iran við vanlukkuætlanum í huga hevur stáplað upp á beinini beint uttan fyri dyr ísraelsmanna.

Síðan 1948 hevur Ísrael ongantíð byrjað nakað kríggj, men hevur verið noytt at vera í verjustøðu fyri at verja land og fólk. Og tað er undrunarvert, hvat teir hava megnað undir slíkum truplum umstøðum. Undir støðugari hóttan frá fíggindanum hava teir við byrsu í aðrari og spaka í hinari hondini dýrkað landið og fingið oyðimørkina at blóma. Ísrael er í dag á so mongum økjum fremst í millum tjóðirnar. Fantastiskt! 

 

Men tann størsta hóttanin móti Ísrael í dag er tann ofta á okkara leiðum nógv hálovaði felagsskapurin, ST. Hesin felagsskapur, sum í 1945 helst varð stovnaður við góðari meining, er í dag ein felagsskapur, sum brúkar ein standard fyri Ísrael og ein annan fyri restina av heiminum. Antisemitisman ger seg eisini galdandi á ST-høvuðsborgini í New York. ST brúkar meir enn helvtina av tíðini til at viðgera Ísrael, einasta demokratiska landið í Miðeystri.

 

Hóast tað eru nógv dømi um stríð um mark millum lond (nærum 200 vil onkur vera við), so er tað næstan bara Ísrael, sum stendur fyri skotum í ST. Síðan tað sonevnda Mannarættindaráðið hjá ST varð stovnað í 2006 og fram til 2015, hevur ráðið fordømt Ísrael (Ísrael eigur 0,1 % av heimsins íbúgvum) við 61 resolutiónum, og restina av heiminum (99,9 % av heimsins íbúgvum) við einans 55 resolutiónum.

 

Í 2016 fordømdi aðalfundurin hjá ST Ísrael við 20 resolutiónum og øll onnur heimsins lond einans við 4. – Í 2017: Ísrael 21 og restin av heiminum 6. – Í 2018: Ísrael 21 og restin av heiminum 6. – Í 2019: Ísrael 18 og restin av heiminum 7.

 

Frá 1967 til 2016 umtalaði ST-aðalfundurin í sínum samtyktum landaøkið undir ísraelskum valdi sum hertikin 2.342 ferðir, meðan t.d. Indonesia í Eystur-Timor, Turkaland á Norður-Kypern, Rusland í Georgia og Krim, Marokko í Vestur-Sahara, Vietnam í Cambodja og Armenia í Azerbadjan í sama tíðarskeiði einans vórðu nevnd hersetingarvald 16 ferðir tilsamans. Hetta er jú fullkomiliga sjúkt. Kann nakar við sínum fullu fimm taka ST í álvara? Men soleiðis hevur verið í mong ár. Slagsíðan er øgilig. 

Tá ið ST tann 29. nov. 1947 við 33 atkvøðum fyri, 13 ímóti og 10 blonkum samtykti at býta landið millum arabarar og jødar, góðtóku jødarnir ætlanina, tó at teir bert fingu ein lítlan part av lyftislandinum. Men arabararnir vrakaðu hana! – Burtur sæð frá friðaravtalunum, Ísrael gjørdi við Egyptaland 1979 og Jordan 1994, hava arabarar í 100 ár sagt nei takk til øll friðartilboð: 

·       1920: San Remo Conference decisions 

·       1922: Leauge of Nations Mandate for Palestine

·       1937: Peel Commission proposal 

·       1946: Jewish Agency partition plan 

·       1947: UN General Assembly proposal 

·       1948: Israel's stretched out hand for peace 

·       1949: Israel's fixed official border proposal 

·       1967: Israel's stretched out hand for peace 

·       1978: Begin/Sadat peace proposal 

·       1995: Rabin's Contours for peace 

·       2000: Barak/Clinton peace offer 

·       2005: Sharon's peace gestus 

·       2008: Olmert/Bush peace offer 

·       2009: Netanjahu's peace talks offer 

·       2014: Obama/Kerry contours for peace 

·       2020: Trump's peace plan 

 

Bæði undir Ehud Barak í 2000 og Ehud Olmert í 2008 stóð tað Palestina-arabarunum í boði at fáa ávikavist 92% og 96% av Vestara Áarbakka og enntá gamla bý í Jerusalem (Tað er ikki gott at vita, hvat Barak og Olmert hava hugsað fyri sær at geva kjarnuland Ísraels, Judea Samaria, upp í hendurnar á arabarunum), men líkamikið, arabararnir søgdu nei takk, Yassir Arafat í 2000 og Mahmoud Abbas í 2008.

 

Og nú Donald Trump legði sína ætlan fram, segði Mahmoud Abbas ikki bara nei, hann segði: “Vit siga 1000 ferðir nei, nei, nei....” Í veruleikanum segði hann nei, áðrenn hann hevði sæð ætlanina. 

 

Í 1973 segði uttanríkisráðharri Ísraels, Abba Eban, so beinrakið tey vælkendu orðini: “The arabs never miss an opportunity to miss an opportunity – for peace.” Mann kann av røttum spyrja, hví ST, EU, vesturheimurin og heimurin annars eru so altrá eftir at stovnseta ein terrorstat mitt inni í Ísrael, tá ið tey, sum staturin skal umfata, als ikki eru til at tosa við. Tað hevur søgan prógvað nú í 100 ár. - Fatah og Hamas vilja ikki hava nakran stat, so leingi tað er ein jødi í umráðnum. Teir vilja hava alt ella einki, ella rættari, teir vilja hava alt. Mahmoud Abbas hevur eisini sagt, at ein palestinskur statur skal vera jødareinur - “Judenrein”. 

 

Í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum telur 120 limir, sita 15 arabarar, ella 12,5 % av limunum, valdir á Joint List, sum er ein samanrenning av 4 flokkum, hvørs limir ikki viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat (jødarnir munnu vera tolnasta fólkaslag í heiminum!). Hvussu nógvir jødar munnu sita í tjóðartingunum í teimum muslimsku arabisku londunum???

 

Ikki allir arabarar eru sjálvmorðsbumbarar, treyðugt so. Jødar og arabarar sita mangan væl um sátt. Høvuðstrupulleikin er ikki tann meinigi maðurin, men teir ráðandi, terrorfelagsskapurin í Gaza og tann lítið frægari felagsskapurin, Fatah, á Vestara Áarbakka, sum støðugt eggja fólkinum til uppreistur og terrorismu. Og tá so sjálvmorðsbumbarin hevur tikið lívið av 10 jødum og sær sjálvum, verður dansur og fagnaður í Gaza og Ramallah, og hetta “halgimenni”, sum framdi hesa óbótagerð, fær helst eina gøtu ella eitt torg í Ramallah uppkallað eftir sær.

 

Men kann man vænta annað, tá ið tað í skúlanum frá 1. flokki og øll 12 árini í grundskúlanum verður eggjað til jødahatur og heilagt kríggj, Jihad? Skúlabøkurnar eru fullar av propaganda frá permu til permu. Ísrael finst ikki á landakortinum. Tað sama er við tí almenna sjónvarpinum, har eisini barnasendingar eru fullar av slíkari propaganda. Hetta er ein sorgarleikur, sum hevur avleiðingar, ið m.a. sæst aftur í arbeiðinum hjá trygdartænastuni í Ísrael, Shin Bet, sum í 2019 hevur fyribyrgt 560 terrorálopum, og av teimum vóru 10 sjálvmorðsbumbarar. Men tað, sum verri er, er tann fíggjarligi stuðulin, sum verður latin úr ST, EU og øðrum londum til slíka undirvísing.

Jú, ágangurin á Ísrael er øgiligur, og jødarnir eru farnir ígjøgnum ómetaligar líðingar. Tú leggur týðiliga til merkis, tá ið tú ert í Ísrael, hvussu fólkið hungrar eftir viðurkenning, at tað er onkur, sum veruliga brýggjar seg um tey.

 

Ta kensluna fingu vit eisini, kona mín og eg, tá vit í 2017 og 2018 arbeiddu sum volontørar í Jerusalem. Okkum untist eisini at vera hjástødd (so nær, sum fólkið av trygdarávum nú einaferð kundi koma), tá Amerika 14. mai 2018, 70 ár eftir at Ísrael varð endurstovnað, flutti sendistovuna úr Tel-Aviv til Jerusalem. Har var nógv fólk komið saman, og tað var stór gleði og fagnaður á fólki. Og yvir allan býin sást Dávidsstjørnan og Stars and Stripes veittra lið um lið. Tað var ein sannur gleðirómur í Jerusalem henda dagin, nú tað loksins var onkur, ið viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað Jødanna.

 

Jerusalem er ein gamal býur og hevur eina 4000 ára langa søgu og hevur verið høvuðsstaður Jødanna í 3000 ár. Í Bíbliuni verður Jerusalem nevndur millum 700 og 800 ferðir, fyrstu ferð longu í 1. Mós. 14,18, meðan í Koranini, bókini hjá muslimunum, sum í dag gera krav upp á býin, verður hann als ikki nevndur.

 

Ísrael er onki hersetingarvald, jødarnir hava ikki tikið nakað land frá nøkrum, men hava í sjálvverju og við fullum rætti tikið aftur sítt egna land, sum aðrir høvdu hertikið, íroknað Eystur-Jerusalem.

 

Sjálvandi er Jerusalem høvuðsstaður jødanna, allur sum hann er! Hvat er tað fyri eitt signal at senda eini sjálvstøðugari tjóð, sum nógv av heimsins londum gera við at leggja sína sendistovu í Tel-Aviv og ikki Jerusalem, sum hevur verið høvuðsstaður jødanna í 3000 ár. Tel-Aviv varð grundlagdur í apríl mánaði í 1909. - Eg haldi, at tað er ein háðan ímóti jødunum og beinleiðis ófólkaligt at senda eitt tílíkt signal. Ella er hetta kanska ein roynd at lyfta hendan steinin (havið), sum Jerusalem er, Zak. 12,3. Tann, sum tað hevur roynt, hevur altíð sært seg sjálvan.

 

Kunnu vit hava eina sendistovu í Peking og ikki í Jerusalem? Er Kina nøkur fyrimynd, tá tað um mannarættindi ræður? Hesin dupultmoralur og henda æviga lifringin fyri arabarum í Miðeystri, sum Ísrael má svíða fyri, má fáa ein enda. – Tá ið nú landsstýrið ætlar at seta á stovn eina sendistovu í Ísrael, vóni eg ikki, at hon verður staðsett hálvhjartað í Tel-Aviv, men heilhjartað í Jerusalem. 

 

Harry á Lakjuni 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør