Vunnu toppdystin
Føroyar koppaðu í morgun Kýprós í oddabrakinum í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri í Larnaca.
Føroyar vunnu dystin 3-1, og eru nú fremst av teimum tíggju liðunum í kappingini. Helgi Dam Ziska og Jón í Horni Nielsen vunnu, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol telvaðu javnt.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði eitt ógvuliga stílreint og lýtaleyst talv við svarta fólkinum á fyrsta borði, og vann sannførandi. Jón vann á fjórða borði við hvíta fólkinum í meira rokaligum talvi, sum kundi farið báðar vegir. Í svárari tíðarneyð uppundir evstamark snávaði kýprin.
Høgni og Luitjen høvdu tamarhald á sínum støðum, teir telvaðu varisliga; javnvágin var ongantíð skakað.
Eitt frálíkt úrslit og ein ógvuliga týðandi sigur hjá Føroyum, sum nú aftur er á odda í kappingini. Men Andorra er í hølunum á okkum. Í dystarstigum stendur á jøvnum, men vit hava eitt borðstig fleiri enn teir.
Nú seinnapartin er sjeynda umfar á skránni. Føroyar telva móti Liktinstein, sum vann fyrstu fýra dystirnar, men nú hava teir tapt fyri Kýprós í gjár og Luksemburg í morgun.
Føroyska manningin móti Liktinstein verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen.
Ein lykladystur í sjeynda umfari verður millum Andorra og Luksemburg.
Í morgin er frídagur á Kýprós. Seinastu tvey umførini í smálandakappingini verða telvað fríggjadagin og leygardagin.
6. umfar, mikudagin 19. november
Kýprós - Føroyar 1 - 3
Alexandros Isaakidis (2249) - GM Helgi Dam Ziska (2543) 0 - 1
Konstantinos Michaelidis (2245) - IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) ½ - ½
Rafail Antoniou (2123) - Luitjen Akselsson Apol (2288) ½ - ½
Konstantinos Konstantinidis (2052) - Jón í Horni Nielsen (2084) 0 - 1