Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitameistarin á Biskupsstøð

SKRIVAÐ: Fróði Løkságarð  |  18.11.2025 - 16:36 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Um dagarnar bórust tíðindini um at Jaspur Joesen, Jaspur á Bókasavninum, sum vit nevndu hann var farin úr tíðini, 88 ára gamal.

 

 

Jaspur var øll míni ungu ár ímyndin av Klaksvíkar Bókasavni. Jaspur var stillførur og høviskur maður, og hartil spakmæltur við einum eyðkendum varligum harki. Hann var eitt slag av ondsligum kassameistara í fiskivinnu høvuðsstaðnum. Ein littererur røktingarmaður, sum skuldi tryggja útboðið bókmetum, tíðindabløðum og tíðarritum.

“Í hvørjari tíð er onkur, sum heldur ljósið brennandi”, hesi orðini hjá Williami Heinesen kunnu eisini krøkjast upp í Jaspur, sum á stillføraran hátt helt ein kulturellan loga brennandi, sum er umráðandi í einum øki, har fiskivinna og ditto framleiðsla hevði hægstu raðfesting, og rópini frá flaka- og landingarformonnum høvdu størri tyngd og dýpd enn orðini hjá bæði Kierkegaard og Dostojevskij.

Bókasavnið, sum er grannahúsið hjá Betesda, hevði eisini eina missión. Har smali vegurin inn í ævinleikan er stavnahaldið øðrumegin, var uppgávan hjá bókasavninum at kasta ljós á og upplýsa allar vegir, eisini tann smala.

Hetta eydnaðist Jaspuri betur enn hann gav sær far um. Frá at hava tikið til sín av teknirøðum í barnadeildini, var lætt at fara um ósjónliga stikið inn í almennu deildina, sum lat dyrnar upp inn í ein heim av orðum og setningum, sum hava fest seg í minnið, og latið upp vindeygu og dyr inn í ein óendaligan heim. Fyrstu varligu fetini saman við Jules Verne og Sir Arthur Conan Doyle, góvu mót til at flyta seg aðrar vegir eisini. Graham Greene, Magnus á Kamarinum, John Irving, Paul Auster og aðrir gjørdust markasteinar á framhaldandi ferðini.

Tá føroyski blaðheimurin stóð í besta blóma seinast í áttaiárunum, var tað eitt litrýkt klientell, sum dagliga frekventeraði bókasavnið. Hans í Búðunum kom sum oftast beint úr lastini á Sigurfarinum ella Hans Erik, ein kontant áminning fyri nasarnar um vinnuliga kjølfestið í økinum. Hann gav sær altíð góðar stundir við Tipsblaðnum. Absalon á Biskupstøð, dámdi best tær donsku avísirnar og legði seg omanyvir øll eintøkini av BT og berlingaranum, meðan Richard á kontórinum, og Heðin og Dánjal, sum báðir vóur lærarar, hildu seg til føroysku bløðini, og tilhoyrandi diskussiónir um politkk og samfelagsviðurskifti. Havnafútin Andras legði eisini leiðina framvið, og við nøkrum sambandskum sannleikum, detoneraði hann ofta eina bumbu, hvørs brestur fekk Jaspur at reisast handan diskin og heita á menn um at dempa seg.

Onnur vitjaðu eisini, minnist onkran sum nærum fleyg millum bókahillarnar í stimbraðum ovfarakæti, og so var tað finska kvinnan, sum eingin kendi, men øll vistu hvør var. Fyri okkum var hon antin spión ella terrorist. Hetta var í hæddini av kalda krígnum. Ein mystisk vera, sum búleikeiðist í einum húsvongni norðanfyri fjall, og stundum forskansaði seg í lesistovuni við matpakka og soviposa, líka til bókavørðurin noyddist at reka hana á dyr.

Í útvarpssending nevndi nýkosni vinnarin av bókmentavirðsløn norðurlandaráðsins eisini týdningin av bókasavninum í Klaksvik, hennara formativu ár. Og júst í hesum er hin størsti sannleikin, bókasavnið var í nógvum førum heimavøllurin hjá okkum, sum ikki hildu okkum til aðrar vallir í kommuni.

Eitt helli av vitan, sum beyð seg fram til hvønn tann, sum tímdi at taka til sín av tí sum var tøkt. Á sín stillføra og tænastusinnaða hátt, fekk Jaspur okkum øll at kenna seg heima. Tað vóru eisini dagar, tá vit ungu ikki dugdu okkum hógv í lesistovuni.  Tá vórðu vit eisini send á dyr. Men hetta var sum í hondbólti bara í tveir minuttir. Dagin eftir var alt sum fyrr.

Takk fyri tolni, og takk fyri at hava latið eyguni upp fyri bókmentunum. Takk fyri, at tú helt ljósið brennandi. Vitameistarin er farin í annað ljós, og onnur hava tikið stafettina.

Hvíl í friði

“My flights of angels sing thee to thy rest” – William Shakespeare

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…
Jóla­konsert við Bjöllubandanum
11 føroyingar í donskum kommunalvali