Lýsing
Lýsing

Boðskapur frá Jürgen Klopp til viðhaldsfólk – sum støðan er í dag er tað heilsan hjá teimum veiku sum hevur týdning og ikki fótbóltur

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.03.2020 - 13:44 Ítrottur Tíðindi

Jürgen Klopp hevur almannakunngjørt fylgjandi boðskap til viðhaldsfólk, eftir at Premier League hevur tikið avgerð um at útseta alt fótbóltsvirksemi til í fyrsta lagi 3. apríl. Liverpool venjarin fær rós frá aðalstjóranum fyri heims heilsufelagskapin WHO fyri orðini

“Tak til Jürgen Klopp og Liverpool FC fyri greiða og týdningarmikla boðskapin til heimin.  Um vit seta heilsuna hjá fólki fremst, minka um smittuvandan og verja tey veiku – so fara vit at vinna dystin móti corona covid 19 virus", skrivar  stjórin í Heims Heilsufelagskapinum Dr. Tedros Adhanom Ghebreyesus á Twitter.
 
 
Liverpool Football Club - fráboðan
Eg hugsi ikki, at hetta er ein løta, har tankarnir hjá einum fótbóltsvenjara skuldu verið týdningarmikil, men eg skilji okkara viðhaldsfólk, at tey ynskja at frætta um liðið, og eg vil fegin viðvirka til tað.
 
Fyrst og fremst so mugu vit øll somul gera alt tað, vit kunnu, fyri at verja hvønn annan. Her hugsi eg um støðuna í samfelagnum. Tað skuldu vit gjørt til allar tíðir í lívinum, men í hesi løtu hugsi eg, at tað er týdningarmiklari enn nakrantíð.
 
Eg havi fyrr sagt, at fótbóltur vísir seg at vera tað mest týdningarmikla av tí, sum hevur minst týdning, men í dag hava fótbóltur og fótbóltsdystir veruliga als ongan týdning.
 
Sjálvandi ynskja vit ikki at spæla framman fyri einum tómum stadion, og vit ynskja heldur ikki, at dystir ella kappingar verða útsettar, men um vit, við at gera tað, hjálpa einum persóni at verða verandi frískur – bara einum – so gera vit tað uttan at seta nakran spurning við ta avgerðina.
 
Um tað er eitt val millum fótbólt og vælferðina í øllum samfelagnum, so er eingin sum helst ivi. Tað er tað veruliga ikki.
 
Avgerðin og fráboðanin í dag verður sett í verk til tess at verja fólk. Av hesi orsøk stuðla vit avgerðini fult og heilt. Vit hava sæð, at limir í liðum, sum vit kappast ímóti, eru blivnir sjúkir. Hetta virus hevur víst, at tú ikki verður mótstøðuførur ímóti tí, fyri tað um tú starvast innan fótbóltin. Til tykkum, feløg og einstaklingar, sum vit kappast ímóti, og sum eru blivin rakt av hesum, og til tykkum, sum seinni verða tað: Tit eru í okkara tonkum og bønum.
 
Eingin av okkum veit í hesi løtu, hvussu endin av hesum  verður, men sum  eitt lið mugu vit í felag hava álit á, at myndugleikarnir taka avgerðir, sum eru bygdar á sunt skynsemi og moral.
 
Ja,  eg eri høvuðsvenjari hjá hesum liðnum og felagnum, og tí havi eg eina leiðaraábyrgd í mun til framtíðina á fótbóltsvøllinum. Men eg haldi í hesi løtu – meðan so nógv fólk kring okkara bý, regiónina, landið og allan heimin stríðast við órógv og óvissu – at tað hevði verið fullkomuliga skeivt at tosa um nakað annað enn hetta, at mæla fólki til at fylgja ráðunum frá  serkunnleikanum og at ansa eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum.
 
Boðskapurin frá okkara liði til okkara viðhaldsfólk snýr seg einans um okkara heilsu. Set tína heilsu fyrst. Tak ongi óráð fyri. Hugsa um tey veiku og særtu í okkara samfelag og ber teg í mest møguligan mun at við teimum í huga.
 
Ansið eftir tykkum sjálvum og havið eyguni við hvørjum øðrum.
 
You’ll Never Walk Alone,
Jürgen
 

LES MEIRA HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…