Lýsing
Lýsing
Lýsing

Quo Vadis - Næsti leikur hjá landsins leiðslu?

SKRIVAÐ: Kristian Eli Zachariasen  |  15.03.2020 - 17:25 Lesarabrøv Politikkur

Í morgin er aftur arbeiðsvika - ella rættari sagt, skuldi verið ein vanlig arbeiðsvika.

Men so er og verður ikki. Stórur partur av fjøldini eru við hús. Nógv hava møguleikan, at arbeiða heimanfrá og onnur hava hann ikki. Felagsnevnarin er, at flest fylgja teimum boðum og tilmælum, ið verða latin frá landsins leiðslu. Fyrsti leikur hevur verið damage control og avmarking og verður hesin leikurin óiva partur komandi viku eisini.

Næsti leikur má vera konsolidering, at skapa tryggleika fyri fólkinum í ókomnum døgum, bæði ímun til farsóttina og tann gerandisdagin, ið var og verður aftaná farsóttina.

Vit eru øll fastlønt, tímalønt, sethúsaeigarar, leigarar, alment starvsett, privat starvsett, støk, familjur, ung og gomul. Næsti leikur má skapa tryggleika fyri tær komandi 4-8 vikurnar, sæð út frá einum fíggjarligum sjónarmiði.

Haldi, at landið má gera nøkur fíggjarlig inntriv til tess at tryggja borgarnar, nú inntøku grundarlagið fyri nógv er horvið, sum døgg fyri sól. Síggi fylgjandi uppskot fyri mær:

1. Landið tryggjar løn til øll tímalønt - bæði privat og alment sett. Møguliga við einum býtis brøki

2. Landið suspenderar MVG o.a. fyri fyritøkur í eitt ávíst tíðarskeið

3. Landið áleggur føroyskum peningastovnum, at fastfrysta rentir og avdrøg í eitt tíðarskeið

Meti tað er sera týdningarmikið, tá ið vit einaferð hóma ljósið handan havsbrúnna aftur, at vit hava møguleikan til at reisa okkum sum skjótast.

Og tað kunnu vit betur um fortreytirnar gerast so góðar sum gjørligt!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…