Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er luftin munandi heitari enn í gjár. Hitin í Føroyum er um 4-5 stig. Tá ið ættin er stokkin vesturum seinnapartin, fer tað at kølna 1-2 stig. | Mynd: Undirritaði

Minkandi vindur seinnapartin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.03.2020 - 09:20 Tíðindi Veðrið

Tað er nakað av vindi í morgun og fitt av regni. Veðurkort siga frá 15 til 20 m/s úr landsynningi-suðuri.

Á vedrid.fo sæst, at soleiðis er í sunnara og eystara parti av Føroyum. Í Mykinesi eru næstan 30 m/s.

Vindurin fer at veksa eina løtu afturat, meðan regnið heldur fram. Á middegi er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s í miðal fyri alt landið.

Um 14-tíðina fer vindurin at minka, og tað verður ælaveður ístaðin fyri samregn. Samstundis søkkur ættin vestur um sunnan til útsynning.

Klokkan 18 í kvøld er komið niður í 8 til 13 m/s, og soleiðis verður alt kvøldið í kvøld og so at siga allur morgindagurin eisini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)