Lýsing
Lýsing
Lýsing

2019 var eitt gott ár hjá MEST

SKRIVAÐ: MEST  |  18.03.2020 - 15:52 Tíðindaskriv Vinna

MEST 31 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2019

MEST hevði munandi framgongd í 2019. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 514 mió. kr., og hevði  felagið eitt avlop uppá góðar 31 mió. kr. eftir skatt. Hetta er besta árið hjá fyritøkuni og góvu allar rakstrareindir í samtakinum yvirskot. Í MEST samtakinum starvast 527 starvsfólk og eru harav 60 lærlingar. Leiðslan er samanumtikið væl nøgd við úrslitið.

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á yvir 100 milliónir krónur og einum soliditeti á umleið 40%.

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

 “Í eini vinnu við harðari kapping hava vit seinastu árini lagt okkum eftir alsamt at styrkja okkara tænastustøði. Umframt eitt gott samstarv við okkara trúgvu kundar fegnast vit um, at tað eisini er eydnast MEST at økja um virksemið við útlendskar kundar. Arbeiðið við nýggja havrannsóknarskipinum gongur eftir ætlan og verður skipið liðugt í summar”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

Vit vita ikki í løtuni, hvussu koronaumfarsóttin kann ávirka virksemið hjá samtakinum í 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld