Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ågot landar í morgin

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  19.03.2020 - 14:37 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ågot hevur havt ein góðan túr, tó at veðrið til tíðir hevur verið buldrarligt.

Teir koma inn at landa í morgin og hava seinastu dagarnar havt rættiliga gott fiskarí - um 5-6 tons í snitt um dagin. Teir hava roynt norðanfyri Føroyar í til samans 28 dagar.

Teir heysa og rundfrysta fiskin - meginpartur toskur, men nakað av hýsu er eisini uppíí.

Teir liggja og draga norðanfyri – vestastir á, har tað eisini eru hópin av øðrum bátum: Stapin, Vesturhavið, Búgvin, Falkur, Heykur, Oknin, Sigatindur, Núpur og fleiri.

Vegna sóttina og smittuvanda hevur manningin á Ågot valt sjálv at landa. Tá ið liðugt er at landa - eini 10 -12 tímar, fær manningin ein betri bita umborð.

Teir verða eftir ætlan sovandi umborð fyri at minka um smittuvanda og fara avstað aftur leygarkvøldið.

Talan er um álvarsama støðu fyri skipið, har umráðandi ikki at fáa smittuna umborð. Onkur avvarandi at manningini er í sóttarhaldi.

Teir hava eini 150 tons og kunnu vænta sær eini kr. 28,- pr. Kg. So um teir ikki sleppa avstað aftur vegna sjúku ella onkur smittaður kemur umborð, kann tað gerast ein smeitur fyri skipið.

Tí hava teir vælt sjálvir at landa, sova umborð og ikki í landi og fara at kalla allir avstað aftur leygarkvøldið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum