Lýsing
Lýsing
Lýsing
Grátt í ovasta skýlagi í morgun. Ein hitabrúgv liggur eysta fyri Føroyar. Hon flytur seg spakuliga í móti Føroyum. Vanliga eru fyrst høg lagskýggj at síggja framman fyri hitabrúgvar. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Lítil vindur í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.03.2020 - 10:19 Tíðindi Veðrið

Eitt rák av lýggjari luft er ímóti Føroyum í dag. Luftin kemur til okkara av leiðum langt suðuri í miðjum Norðuratlantshavi. Vindferðin kring landið er í miðal 5 til 10 m/s, hitin er í míðal 4 til 6 stig. Tað er turt fyri tað mesta og samdrigið.

Hetta luftrakið við minkandi vindi fer at vera til einaferð seinnapartin. Klokkan 15-16 fer hann at mala úr ymsum ættum. Tá er lítil og eingin vindur. Íkvøld – um 21-22 tíðina – fer hann at koma av vestri – 3 til 8 m/s.

Skýggjað veður allan dag við onkrum hissini regnælingi.

Hitin í dag sum nú, 4 til 6 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið